Listasavn Føroya og Landsverk hava nú skrivað undir sáttmála við Búsetur um at umbyggja Listasavnið, og at byggja tað út.
Hetta er ein týðandi varði í arbeiðinum at styrkja karmarnar um list, miðlan og upplivingar hjá gestum á savninum, sigur Listasavni í tíðindaskrivi.
Tey siga, at hetta fer at framtíðartryggja karmarnar hjá savninum og tað fer at skapa betri umstøður fyri gestir, listina og starvsfólk.
– Verkætlanin fevnir um at nútímansgera verandi bygningi umframt nýggj øki, sum geva betri møguleikar til framsýningar, læring og tiltøk.
Nú sáttmálin við Búsetur er skrivaður undir, fer sjálvt byggiarbeiðið í gongd. Listasavn Føroya heldur tó fram við at vera opið fyri almenninginum og í tí sostatt hava tey nú umskipað føstu framsýningina.
Í tí sambandi skipa tey eisini fyri eini røð av tiltøkum í sambandi við nýggju uppheingingina, har gestir fáa høvi at fylgja menningini og uppliva samlingina á nýggjan hátt.
Løgtingið samtykti einmælt eina løgtingslóg um stuðul til byggiverkætlanina, og stuðul er játtaður frá Augustinus Fonden, Louis-Hansen Fonden, Villum Fonden og Tórshavnar kommunu. Byggiverkætlanin verður framd í tøttum samstarvi millum savnið og Landsverk.
Væntað verður, at arbeiðið er liðugt á vári 2028.
Tilsamans kostar arbeiðið góðar 70 milliónir. Tórshavnar býráð játtar góðar fimm milliónir, Løgtingið hevur játtað góðar 24 milliónir og restin umleið 41 milliónir, verður fíggjað av útlendsku grunnunum.