Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í eini rundkoyring í Runavík.
Ein bilførari, sum var á veg ígjøgnum rundkoyringina, hevur helst koyrt nakað skjótt, tí hann kláraði ikki svingið og rendi á eit skelti.
Bilførarin rýmdi av staðnum, men hesa ferð var tað lætt hjá løgregluni at finna bilin. Nummarplátan var nevniliga dottin av í stoytinum, so hon lá eftir.
Sostatt gekk skjótt at finna bilin, tá ið tey tosaðu við eigaran, vildi hann ikki siga, hvør hevði koyrt.
Tað fær hann bót fyri, umframt at hann skal betala skeltið aftur.a