Lat okkum fáa eina luttøku, sum føroyingar!
Vit hava aftur og aftur sæð, at føroyingar taka lut í ymsum tónleikakappingum, har tað er upp til føroysku talentini, at royna seg – javnabjóðis við eitt nú danskarar.
Tað kann gott vera, at vit skulu halda okkum frá at kappast á økinum, men eg síggi tað meira, at slík luttøka kann lata upp fyri so mongum øðrum.
Vit síggja, aftur og aftur, at vit mangla so sanniliga ikki talentini, men eg eri meira harmur um, at hesi talentini ikki fáa TANN FØROYSKA PALLIN, sum kundi borið tey enn longur á leið.
Tá eg nevni henda pallin er meira tað, at vit eiga at arbeiða fyri, at fáa allar teir møguleikar, sum eiga at fáast.
Vit hava fingið FMA, sum er frálíkt, men eg tosi meira um hetta við altjóða luttøku, har tey ið vilja tað, kunnu arbeiða við slíkum møguleikum.
Eg havi eisini hugsað tankan, at tá vit heiðra tónleikin og annað á FMA, var tað kanska eitt meira náttúrligt lop víðari, at onkri av hesum fáa ein altjóða ella evropeiskan møguleika.
Skulu vit endiliga tosa politikk, so ber til, at vit kunnu bjóða okkum fram í ymsar felagsskapir, so hví ikki gera tað møguligt, at okkara frálíku tónleikarar fáa slíkar møguleikar?
Onkur hevur borið fram, at vit eru ikki ein tjóð og tískil eru ongir møguleikar, men hevur hesin møguleikin yvirhøvur verið uppi og vent?
Vit hava tónleikasambond, sum áttu at sæð tað verða ein náttúrligan tátt – at tað verður møguleiki fyri, at standa har, sum føroyingar!
Hetta er ivaleyst eitt git, men kann tað hugsast, at vit kunnu tapa í einari kapping, tí vit vænta og vóna, at okkara talent fáa atkvøður frá dønum, tí tað er nokk ikki altíð bara tað tónleikaliga avrikið, sum liggur undir, men kanska eisini okkurt annað?
Tað er væl møguligt, at hetta við tjóðarspurninginum er ein ”trupulleiki”, men eg vil bara heita á teir myndugleikar og felagsskapir, sum kunnu arbeiða við hesum, at seta hetta á skrá, so vit fáa kjakið og møguleikan ígongd!
Fríðálvur A. Jensen