Ongi úrslit

Hava havt ein mann í brummuni í nátt

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnumí nátt nú fótbóltsárið er endað

Áki Bertholdsen
27. oktober 2024 kl. 09:11

Í gjár endaði hetta fótbóltsárið og í tí sambandi høvdu nógv fótbóltsfeløg eisini ársveitslu. Løgreglan sigur, at tað var rættiliga nógv fólk í býnum, men sum heild var tað stak friðarligt.

Løgreglan var vælmannað í býnum runt umkring í nátt og nakrar ferðir máttu tey leggja ímillum, har fólk komu til ilnar, men tað varð ikki til meiri enn tað.

Men í nátt varð ein maður kortini tikin tí hann var so ólátaður, at fólk høvdu ampa av honum.

Løgreglan sigur eisini, at tað flættaðist ikki við hann og tí varð hann tikin við á løgreglustøðina og lagdur í brummuna at sova.

Hann liggur hann framvegis nú klokkan níggju í morgun, men hann verður leyslatin aftur seinni. Men tá verður tað við eini bót upp á 1.500 krónur í lummanum fyri ikki at hava hildið skilhaldsreglurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46