Hesar seinastu 12 mánaðirnar hava arbeiðsgevarar í Føroyum goldið 13,7 milliardir í lønum.
Hagstovan sigur, tað eru 910 milliónir, ella 7,1 meiri enn teir goldið frá mars í 2024 til í februar í fjør.
Vinnubólkurin, sum eigur Fiskiveiða og aling, eigur ein góðan triðing av vøkstrinum.
Hetta stendst serliga av fiskaprísirnir hava verið so høgir, at manningahýrurnar eru 200 milliónir, ella 55 prosent, hægri enn tær vóru árið fyri.
Almennu vinnugreinarnar, »Heilsu- og Almannaverk« vuksu 110 milliónir, ella 6% og bólkurin »Almenn umsiting og lógarkravdar almannaveitingar« vuksu 90 milliónir krónum, ella 5%.