Ongi úrslit

HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum

Ein av mest eftirspurdu DJ í Føroyum fer at diska til ársins dansiveitslu í tjaldinum

Tíðindaskriv
4. juli kl. 17:35

HARALDSEN er ein tann mest spennandi og mest eftirspurdi DJ í Føroyum í løtuni. Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum á ein heilt serligan hátt skapar ein veitsluróm á einum og hvørjum dansigólvi. Hon er kend fyri evnini at seta saman tónleikasett, sum fáa dansigólvið at kóka hvørja ferð! 

HARALDSEN spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans. Hon er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar sangir í ein heilt nýggjan ham á dansigólvinum. 

Hon hevur diskað til eina ørgrynnu av tiltøkum kring landið, og nú fer HARALDSEN at enda ársins Summar Festival við einari ógloymandi veitslu í tjaldinum.

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26