Ongi úrslit

Grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

Nes Kommuna
2 tímar síðan

Nes kommuna lýsir við hesum eitt grundøki til sølu til íbúðarbygging. Talan er um grundøki við Høganesvegin á Toftum, sum er umleið 3.500 m2.

Ognin liggur sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál - íbúðir.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Tað er treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Grundøkið er grovplanerað og prísurin er kr. 800,- fyri fermeturin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Nes kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost [email protected]. Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Freistin at lata inn skrivlig boð er týsdagin tann 17. mars 2026, kl. 12:00.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

13 tímar síðan

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05