Ongi úrslit

Glyvra skúli og musikkskúlin – okkara næsta risa bygningsverk

Í 2021 vóru undankanningar gjørdar viðv. tørv og umstøður, og tá var avgjørt, at tað var skúlin á Glyvrum, sum skuldi umbyggjast og útbyggjast

runavik.fo
15 tímar síðan

Tað grør um gangandi fót, og her í kommununi flyta vit okkum frameftir við rímiligari ferð. Fagnaðarløta, fyri at okkara Bylgja vaks við  nýggjari svimjihøll, var fyrr í hesu vikuni, og í vikuni fyri framman síggja vit okkara næsta risa bygningsverk: - framtíðar Glyvra skúli og musikkskúli.

                                                                                Frásøgn frá verkætlanarleiðaranum Sigrid J. Dalsgaard

Karmar um kommunala skúlagongd, er ein tann fremsta uppgávan hjá einari kommunu. Kommunur, sum megna hesa uppgávu væl, kunnu vænta vøkstur. Jólakortið frá Runavíkar kommunu í 2025 er ein loftmynd av Glyvra skúla tikin seinast í 1960’árunum. Tá stóð skúlin framvegis nakað einsamallur, og langt var millum húsini. Norðanfyri stóð gamli skúlin, sum nú er býráðssalur, - bygdur í 1891.

 

At leggja lunnarnar

At leiða fyrstu fetini fram til hetta risa bygningsverk, er ein uppgáva, sum krevur størstu virðing. Saman at skapa hugsjónina um eitt framtíðar bygningsverk, sum savnar okkum og mennir okkum, eisini um 50 ár.

At leiða fyrstu fetini, hevur verið mín uppgáva sum verkætlanarleiðari fyri byggiskránni av Glyvra skúla; umbygging og útbygging, og nýggjan musikkskúla í gamla Heimistovufjósinum.

Vit byrjaðu fyri júst einum ári síðani við verkstovum saman við yvir fimmti brúkarum. Fimmti brúkarar, sum skulu umboða allar framtíðar brúkarar. Hetta eru umboð fyri kommunala skúlan 1.-6 flokk, forskúla, frítíðarskúla, musikkskúla og kvøldskúlan. Starvsfólk sum tryggja, at bygningsverkið altíð er snøgt og vælhildið; - húsavørður og vaskifólk. Hartil hava vit fingið íkast frá Gigni, bussførarum, serfrøðingum innan kt, akustikk, vatnveiting og Skálafjarðar sløkkiliði.

Í 2021 vóru undankanningar gjørdar viðv. tørv og umstøður, og tá var avgjørt, at tað var skúlin á Glyvrum, sum skuldi umbyggjast og útbyggjast. 

Hesi øll hava lagt lunnarnar og skapt hugsjónina, sum er byggiskráin fyri okkara framtíð.

Tað hættisliga gamla og hent nútíðar amboð

Fjósið og Glyvra skúli eru bygd í eini tíð, tá asbest og líknandi tilfar ikki var óvanligt. Ráðgevarar hava kannað bygningarnar væl og virðiliga og staðfest, hvørji atlit skulu takast í sambandi við umbygging og burturbeining. At hetta longu er staðfest í byggiskránni, minkar um óvissurnar viðvíkjandi tíð, kostnað og útinnan.

Fyri at tað skal vera møguligt hjá arkitektum og ráðgevum at gera góð verkætlanaruppskot, hava vit brúkt alskyns tøkni við dronum og video. Tískil kundu arkitektarnir frá skrivstovum teirra ganga virtuelt kring um skúlan, - innan og uttan.

 

Kjølfest og íblástur til framtíðina

Fyri at tryggja, at byggiskráin er væl kjølfest, gjørdust hesi eitt toymið: Leiðslan fyri skúlan og frítíðarskúlan, trivnaðarleiðarin, býarverkfrøðingurin og borgarstjórin. Afturat undirritaða verkætlanarleiðara, hava starvsfólk frá teknisku deild, byggiharraráðgevi frá RÁÐ og ráðgevandi arkitektar frá felagnum CUBO fylgt allari tilgongdini.

Vit hava fingið okkum íblástur til byggiskránna, tá vit hava vitjað seks skúlar í Føroyum. Í samrøðum við leiðslu og starvsfólk fingu vit munagóð tilmæli, og sjálvandi eisini nøkur boð um, hvat ið ikki eydnaðist nóg væl í teirra verkætlanum.

Okkara ráðgevandi arkitektar fyriskipaðu ferð til Keypmannahavnar, har ið vit vitjaðu níggju skúlar. Skúlar, sum eru serstakliga ymiskir í arkitektoniskari hugsjón, eins og í námsfrøðiliga grundarlagnum, og hevur hetta hjálpt okkum almikið, til tess at gerast púra greið um hvørjar dygdir byggiskráin skuldi miða eftir. 

 

Verkætlanarkapping

Í juni mánaði var boðið til undangóðkenning til verkætlanarkappingina fyri sniðgeving og heildarráðgeving. Tíggju bjóðaðu seg fram, og fimm vóru vald út at luttaka í kappingini. Hesi fimm hava øll latið inn verkætlanaruppskot fyrst í desember mánaði. Dómsnevndin hevur havt fundir, og staðfest er, at vit hava fingið sendandi fimm serstakliga góðar, hugsjónarríkar verkætlanir, sum eru væl frágingnar og sum allar, hvør á sín hátt, vísa ein framtíðar menningardepil.

Í vikuni avdúka vit verkætlanaruppskotini hjá arkitektunum:

  • ZETA

  • SNA

  • MAP

  • BBP

  • Henning Larsen 
     

Tá verður vinnarin avdúkaður, sum hevur besta uppskotið fyri framtíðar Glyvra skúla og musikkskúla.

Í dómsnevndini sita:

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Rógvi Nybo, trivnaðarleiðari
Marita S. Hentze, býarverkfrøðingur
Birita Wardum, arkitektur
Christian H. Larsen, arkitektur
Oyvindur Brimnes, verkfrøðingur
 

Tá risa bygningverkið stendur liðugt um nøkur ár, fevnir Glyvra skúli um 1.–6. flokk, og skúlin verður víðkaður til trý spor. Nýggi depilin fer eisini at hýsa frítíðarskúla og forskúla, og hesi fara tá øll at fáa gleði og ágóða av nýggjari ítróttarhøll og nýggjum musikkskúla í Fjósinum. Verkætlanin fevnir eisini um framleiðslukøk, sum kann veita máltíðir til skúlar og dagstovnar. Sum siðvenja er, vera karmarnir eisini brúktir til kvøldskúla, frítíðarvirksemi og tiltøk, harvið gerst skúlin okkara fólkaogn og savningarstað. Ein mentanardepil.

Talan er størstu byggiverkætlan hjá Runavíkar kommunu nakrantíð,  við einum samlaðum fermetratali á 9-10.000.

Nú brestir fyri nevi

Jólakortið frá Runavíkar kommunu vísir skúlan frá 1891. Hesin bleiv avloystur av nýggjum skúla aftaná góð seksti ár, og er hetta bygningsverk framvegis skúli, meiri enn trýss ár seinni. Hetta er kravið til okkara framtíð: Ein bygningur sum í hugsjón, funktión og arkitekturi, framvegis røkkur sínum máli, tá ið hann er farin um tey seksti.

Vit hava royndir av, at hava ein skúla, sum var bygdur av líka vánaligum tilfari, sum hugsjónin var stokkut. Hesin stóð bert í smá tredivu ár. Tá bar ikki til at umbyggja ella útbyggja, og valt var at seta bulldosaran á og síðani byggja betri skúla, skúlan við Løkin.

Tað var helst ikki væntað, at vit so skjótt komu at mørkum, Skúlin við Løkin stóð liðugur í 2008, og longu nú fara vit undir at byggja næsta skúlan. Fólkavøksturin er ikki javnur um alt landið, men hendan kommunan dregur sum ein magnetur, við góðum kørmum og við hugsjónum, lagdar sum lunnar, langt inn í framtíðina.

Tí grør tað um gangandi fót.

Sum verkætlanarleiðari vil eg takka fyri høvið, at standa á odda og at leggja hesar lunnar saman við tykkum øllum, sum hava verið partar av ætlanini higartil.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06