Festivalurin byrjaði við einum fantastiskum hósdegi, har sólin skein og veðrið var avbera gott. Hetta góða veðrið setti eina góða byrjan, og festival gestirnir hugnaðu sær við tónleiki og góðum lagi.
Eitt av hæddarpunktunum var Silent Disco, har fólk kundu dansa við oyrabúffum og velja ímillum tríggjar tónleikakanalir. Hetta var ein heilt serlig uppliving, sum bæði børn og vaksin hugnaðu sær við.
Støðið á tónleikinum var eisini gott og fleiri bólkar høvdu framúr framførslur.
Norski indie-pop bólkurin Highasakite hevði eina sera góða framførslu, sum veruliga hugtók áskoðararnar.
Of Monsters and Men úr Íslandi vóru eisini væl umtóktir og fingu stóra undirtøku á sandinum.
JJ Paulo fekk eisini fólkið at dansa við sínum lívligu afro-beat sangum.
Teitur framførdi Poetry & Aeroplanes útgávuna, sum fólk fegnaðust um at hoyra aftur. Eisini var Eivør sum altíð fantastisk við síni sterku rødd og kensluliga tónleiki.
Ein tann seinasta konsertin var við rap bólkinum Swangah, sum setti punktum fyri festivalin við eini framførslu har teir høvdu gjørt nógv burturúr, og fingu øll at syngja við. Gestir sum RSP, Beinir og Danny Baldurson settu prikkin yvir i'ið, og saman skaptu teir eina framúr uppliving fyri áskoðararnar.
Matstovur og matbásar á festivalinum bjóðaðu eitt breitt úrval av leskiligum rættum, sum bæði fevndi um lokalar rættir og altjóða mat. Frá føroyskum fiskarættum til saftigar burgarar og eksotiskar veganrættir, var nakað til ein og hvønn smak.
Sum heild var G! festivalurin ein fantastisk uppliving við sum heild góðum veðri, framúrskarandi tónleiki og góðum hýri. Festivalurin vísti aftur, hví hann er ein av størstu tónleikatiltøkunum í Føroyum, og festivalgestirnir fóru heim við nógvum góðum minnum.