Ongi úrslit

Fyrireika seg til møguligt eldgos

© Wikipedia
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Stórsta fjallið í Spania, Teide, sum liggur á oynni Tenerife elvir til stúran. Har hevur verið óvanliga nógvir jarðskjálvtar kring fjallið í seinastuni.

Hettar hevur fingið borgarstjóran í høvuðsstaðnum Santa Cruz, José Manuel Bermúdez, at seta eina kommunala serfrøðinganevnd, sum hevur til uppgávu at fyrireika fólkið, til møguleikan fyri at fjallið fer at goysa.

-Eg vil ikki bera fram nakra óttan, men eg vil bera boðskapin út um, at vit taka okkara fyrivarni og fyrireika okkum til eina møguliga evakuering.

Hettar tí tað er greitt- og vísindafólkini hava sagt tað við miðilin Diario de Avisos, at tað sum hendir her er ikki vanligt, sigur Bermúde við miðilin Merkur.de

Sterkir jarðskjálvtar henda aftur og aftur á oynni, sum er eitt sera vælumtøkt feriuparadís, eisini hjá føroyingum.

84 jarðskjálvtar vóru skrásettir seinasta vikuskiftið,sambært IGN,,The Instituto Geográfico Nacionaa sum er spanskur landafrøðiligur stovnur. Embætisfólk hava altso tí sett í verk eina sokallaða vanlukkuætlan. Sambært IGN vóru jarðskjálvtarnir uppdagaðir í vestara parti av oynni, kallað Las Cañadas.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46