Umframt at vinna 3-0 á EB Streym á útivølli í vikuskiftinum, so vóru fýra spælarir hjá AB inni til sín fyrsta dyst í bestu landskappingini hjá monnum har 3 av teimum høvdu sín fyrsta dyst yvurhøvur á besta liðinum hjá AB. Allir komu inn í seinna hálvleiki.
Spælarnir vóru:
Bárður Enni Danielsen 17 ára gamal.
Mathias Friis 22 ára gamal.
Ørvur Isfeldt 17 ára gamal.
Heðin Olsen 19 ára gamal.