Ongi úrslit

Franskar kvinnur undir 25 ár fáa ókeypis fyribyrging

Kvinnur í Fraklandi, ið eru undir 25 ár, fáa væntandi tilboð um ókeypis fyribyrging frá 1. januar komandi ár

Sigurjón Einarsson
9. sepember 2021 kl. 11:03

Franski heilsumálaráðharrin, Olivier Véran, greiddi í gjár frá, at kvinnur – undir 25 ár – fara at fáa tilboð um ókeypis fyribyrging. Tilboðið um ókeypis fyribyrging kemur, eftir at talið av yngri kvinnum, ið nýta fyribyrging er fallandi.

– Tað er nívandi, at kvinnur ikki kunnu brúka fyribyrging, um tær ynskja tað, tí tað er vorðið ov dýrt, segði hann í samrøðu við sjónvarpsstøðina France 2.

Tað skrivar Danmarks Radio.

Tilboðið verður galdandi fyri hormonfyribyrging sum eitt nú p-bollar, mini-bollar og p-ringar.

Sambært fleiri fronskum miðlum skal fíggjarligi stuðulin eisini verða galdandi fyri læknaviðtalu og røkt í samband við nýtslu av fyribyrging.  

Í dag er tað longu ein møguleiki fyri gentur og kvinnur í aldursbólkinum 15 til 18 ár at fáa ókeypis fyribyrging í Fraklandi.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45