Í Føroyum flytur fimti hvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heimaftur. Í Íslandi er tað tíggjundi hvør. Nýggj samstarvsuppgerð vísir, at í Álandi er tað fjórði hvør. Ein av stóru mununum landanna millum er, hvussu mong ung eru burtur, tá tey eru í tjúgunum.
Hagstova Føroya hevur áður kunngjørt hagtøl um búfesti, bæði fyri Føroyar og fyri Ísland. Nú hevur Hagstova Føroya samstarvað við álendsku hagstovuna, Ålands statistik- och utredningsbyrå, fyri at gera upp búfestið í Álandi, so at til ber at samanbera føroyska, íslendska og álendska búfestið.
Álendska búfestið er líkt tí føroyska
Meðan gongdin í búfestinum í Føroyum og Íslandi er ymisk, so minnir búfestið í Álandi um tað føroyska.
Í Føroyum hevur tað tvørtur um føðiárgangir verið á leið 40 prosent av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands, tá ið tey eru í tjúguárunum. Umleið helvtin av teimum flyta aftur til Føroya, tá tey eru í tretivuárunum. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Føroyum.
Nýggju úrslitini fyri búfestið í Álandi vísa, at flytimynstrið á Álandi minnir um tað føroyska. Á leið tveir triðingar av hvørjum árgangi í Álandi flyta uttanlands at búgva, tá tey eru í tjúgunum. Umleið ein triðingur er fluttur aftur til Álands, tá tey eru í tretivunum. Í Álandi eru flest burtur í fyrru helvt av tjúgunum — eitt sindur fyrr enn í Føroyum. Tað er sostatt fjórði hvør í hvørjum árgangi, sum ikki longur býr í Álandi í tretivunum — eitt sindur fleiri enn í Føroyum, har tað er fimti hvør.
Samanborið við føroyskar og álendskar ungdómar í tjúguárunum eru tað í Íslandi munandi færri, sum flyta uttanlands at búgva. Fyri árgangirnar, ið eru føddir í 1980unum, vóru tað undir 20 prosent av hvørjum árgangi, sum fóru uttanlands at búgva, tá tey vóru í tjúguárunum. Hinvegin eru tað eisini færri av teimum, sum flyta aftur til Íslands at búgva. Endurflytingin er tí munandi størri í Føroyum og í Álandi enn í Íslandi.
Sí búfestið fyri árgangirnar 1982 og 1985 niðanfyri. Dátugrundarlagið í londunum eru ymiskt, men júst hesar føðiárgangirnar hava øll trý londini upplýsingar um.