Ongi úrslit

FÓLKATINGSSESSURIN MÁ TAKAST Í ÁLVARA

HANN SKAL GAGNNÝTAST, IKKI MISNÝTAST

Johan Dahl, valevni fyri Sambandsflokkin
4 tímar síðan

Tað er altavgerandi, at eitt komandi fólkatingsumboð tekur støðuna hjá Føroyum, bæði í ríkisrættarligum og trygdarpolitiskum høpi, í djúpum álvara.

Eitt fólkatingsumboð betrar hvørki um vælferðina ella trygdina hjá vanliga føroyinginum, um aðalmálið er at mótarbeiða einum semjusøkjandi samstarvi millum ríkispartarnar og harvið misnýta sessin til frama fyri egnari loysingarideologi – og tað er just tað sum bæði Tjóðveldið og Fólkaflokkurin ætla. Tað tænir absolut ikki vanliga føroyingum og Føroyum.

Landafrøðiliga staðsetingin av Føroyum er reint geopolitiskt sera serstøk, og vit mugu ikki gloyma, at sum eitt lítið land, eru vit sárbar – óansæð hvussu loysingar- ella sambandssinnað vit eru.

Støðan í heiminum vísir nevniliga týdningin av tøttum samstarvi við onnur lond og felagsskapir. Okkara ríkisrættarliga støða hevur seinastu tíðina verið avgerandi fyri, at vit í dag ikki standa púra einsamøll í Norðuratlantshavi, samstundis við, at spenningurin alsamt veksur millum vestur og eystur.

Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur eru felagsmál. Verða sessirnir avtiknir, kunnu vit missa innlit og kvetta tætta samstarvið um hesi mál við donsku stjórnina. Í einari spentari støðu, sum vit í dag standa í, er tað aldrin ein fyrimunur at vera lítið land og avbyrgt .

Stóðu vit í dag púra einsamøll, hevði staðsetingin av Føroyum einans gjørt okkum sárbar. Tó kunnu vit, í einum tøttum samstarvi við bæði Danmark og NATO um trygd og verju, gagnnýta okkara staðseting til at økja um okkara uttanríkispolitiska rásarúm.

Verjusemjan má eisini verða víðka so hon eisini tryggjar okkum við veitingum tvs. tilbúgving og orkuveiting og har hugsið eg serliga um samskiftis sjókaðal, ein framtíðar el-kaðal millum okkum og meginlandið og veitingartrygd.

Heldur enn misnýta sessin til frama fyri egnari loysingarideologi, skulu vit brúka sessin skynsamt til frama fyri almenna føroyingin ið ynskir vælferð og tryggleika.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46