Ongi úrslit

Flytur úr NSÍ og til HB

25 ára gamla Sara Shaki hevur spælt 33 landsdystir, nú hon flutur aftur til barndómsfelagið

© Mynd: HB
Havnar Bóltfelag
Í gjár kl. 16:42

HB skrivar soleiðis í dag:

Eftir trý ár í NSÍ, hevur Sara Samson Shaki aftur sett kósina ímóti Gundadali og spælir komandi kappingarár har, sum verulig ferð kom á fótbóltsleiðina.

Sara er ikki ókend í felagnum, og var bert 15-ára gomul, tá hon í 2016 spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini. Fram til 2022 spældi hon tilsamans 105 dystir á besta liðnum, tá hon so skifti til NSÍ. Men nú verður hon aftur at síggja har, sum hon fekk sítt gjøgnumbrot.

– Eg gleði meg til komandi kappingarár, og tað følist sum tað rætta at koma aftur til HB nú. Eg havi stórar vónir til komandi kappingarár. Bæði til meg sjálva, og til liðið.

Við Saru fáa vit ein góðan og royndan spælara inn. Hon hevur spælt 175 dystir í fremstu røð, og hevur harumframt eisini 33 A-landsdystir í skjáttuni. Sara er triðja tilgongdin hjá kvinnunum í vetur, eftir Leu og Brá. Tær tríggjar styrkja liðið á hvør sínum plássi, og Sara hevur eisini vónir um, at liðið verður í eini sterkari útgávu í 2026.

– Eg havi stórar vónir til meg sjálva, og til liðið sum heild. Eg vil allatíð gerast betri, og eg vil, at liðið skal vinna allar dystirnar. Og nú gleði eg meg bara at koma í gongd, og at lata meg aftur í HB-blusuna, sigur Sara at enda.

Vit bjóða Saru vælkomnari aftur í Gundadal og fegnast um, at hon hevur funnið vegin ”heim” aftur.

Leikskráin hjá kvinnunum fyri 2026 er ikki klár enn. Men áðrenn fyrsta umfar í landskappingini verður skotið í gongd, skulu kvinnurnar, sum verandi steypavinnarar, spæla dystin um Stórsteypið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06