Ongi úrslit

Fleiri kapprenna um pláss í Europa

Tað er møguleiki fyri, at fjórða plássið ikki fer at bera rætt at spæla í Europa við sær

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 21:52

Ársins landskapping er um at vera hálvrunnin. 13 umfør eru avgreidd, og kappingin er harvið knappliga runnin. Um eina viku verður 14. umfar og so verður kappingin meiri enn hálvrunnin.

Í dag varð punktum sett fyri 13. umfar, tá ið tað í góðveðrinum í Gundadali endaði 2-2 millum B36 og NSÍ. Innanhýsis uppgerðirnar millum hesi bæði feløgini vísa seg at vera millum tær mest spennandi yvirhøvur í ár. Í fyrsta umfari var pulsurin títtur til síðsta bríksl, tá ið NSÍ á heimavølli vann 4-3 ímóti B36, sum var frammanfyri 1-0 og 3-1, og í dag var spenningurin aftur í hásæti til síðsta bríksl, tá ið tað endaði 2-2, eftir at NSÍ var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.

Burtursæð frá í Gundadali var í 13. umfari talan um greiðar favorittar, sum allir vunnu. KÍ, HB og Víkingur vóru stórfavorittar, og tey vunnu øll trivaligar sigrar á útivølli. EB/Streymur var greiður favorittur á heimavølli ímóti FC Suðuroy, sum var frammanfyri 1-0, til tað restaðu fáir minuttir og so tapti 2-1.

Soleiðis var tað eisini næstsíðst hjá FC Suðuroy, sum var frammanfyri 2-0 á heimavølli ímóti B36 og so tapti 3-2.

Trý feløg eru í spennandi kapping um fjórða plássið. B36 hevur 21 stig, og Víkingur og EB/Streymur hava 20 stig.

Týsdagin vera seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Tá verður ivaleyst staðfest, at steypafinalan verður millum KÍ og Víking. Um støðutalvan við kappingarlok fer at síggja soleiðis út, sum hon sær út eftir 13 umfør, so fer fjórða plássið hjá B36 bara at bera rætt til luttøku í Europa við sær, um KÍ verður steypavinnari. Um Víkingur vinnur steypafinaluna og kvalifiserar seg at vera í Europa um eitt ár, so fer fjórða plássið hjá B36 ikki at bera altjóða luttøku við sær.

Næsta vikuskifti verður jóansøka, og tá fara bæði FC Suðuroy og TB at spæla á heimavølli. Í løtuni eru feløgini í Suðuroy saman við 07 Vestur upplagdu møguleikarnir at flyta niður.

Leygardagin verður talan um mótstøðulið, sum tey í Suðuroy eiga at vinna stig ímóti, um talan skal verða um møguleika at sleppa undan niðurflytingini. FC Suðuroy eigur heimavøll ímóti B68, og TB eigur heimavøll ímóti EB/Streymi, sum í seks teimum seinastu umførunum hevur vunnið 13 stig.

 

B68 – HB 1-4 (1-2)

0-1: Emil G. Pedersen 16.

1-1: Aron Reinert Hansen 18.

1-2: Ási P. Dam 32.

1-3: Dan í Soylu 60.

1-4: Emil G. Pedersen 65.

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Jóhan Josephsen, Jákup N. Vilhelmsen, Karstin Clementsen, Marjus Nón – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen,

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Ási P. Dam, Noah Mnenéy, Sammy Skytte, Dan í Soylu – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen

 

EB/Streymur – FC Suðuroy 2-1 (0-0)

0-1: Hunter Bell 70.

1-1: Virgar Jónsson 84.

2-1: Búi Egilsson 90.

Dómari: Bjarki Danielsen

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard D. Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Gutti Dahl-Olsen, Mórits Heini Mortensen, Virgar Jónsson – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Boubacar Dabo

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Bjartur Holm, Emmanuel Andorful – Fríði Holm, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Olaf Godtfred, Pætur Augursinussen – Teit Hjelm

 

07 Vestur – KÍ 0-4 (0-2)

0-1: Páll A. Klettskarð 37.

0-2: Árni Frederiksberg br 41.

0-3: Páll A. Klettskarð 49.

0-4: Mads Bo Mikkelsen 86.

Dómari: Heini Ziskaon Viðoy

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Brage Prestmo Kvithyld – Silas Gaard, Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen, Lucas Gardar – Mikkel Hyllegaard

KÍ: Mark Fabricius Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

B36-NSÍ 2-2 (0-1)

0-1: Michal Przybylski 15.

1-1: Bergur J. Poulsen 72.

1-2: Steffan A. Løkin 76.

2-2: Pætur J. Petersen 79.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen,
Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Mattias J. Hellisdal, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Emil Weihe Joensen, Michal Danian Przybylski, Steffan A. Løkin – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Jasper Van Der Heyden

 

TB – Víkingur 0-3 (0-3)

0-1: Sølvi Vatnhamar br 16.

0-2: Jørgen Nielsen 24.

0-3: Stefan Radosavljevic 27.

Dómari: Dagfinn Forná

TB: Anders Tønnesen – Mikal Tummasarson, Torkil Úlvur Jespersen Holm, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Mattias Dahl Djurhuus, Amidou Diop, Aron Arnholdsson, Marley Blair – Samudeen Musah

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

13

12

1

0

45

7

37

NSÍ

13

9

1

3

53

18

28

HB

13

9

1

3

30

23

28

B36

13

6

3

4

21

19

21

Víkingur

13

6

2

5

17

13

20

EB/Streymur

13

6

2

5

14

20

20

B68

13

4

2

7

16

30

14

07 Vestur

13

2

1

10

15

25

7

FC Suðuroy

13

2

0

11

8

32

6

TB

13

1

3

9

10

42

6

 

LØGMANSSTEYPIÐ

Týsdagin 17. juni

2. hálvfinala

Víkingur – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 2-0

AB – KÍ: Alex Troleis kl. 18.30

KÍ vann fyrru hálvfinaluna 4-0

14. umfar

Leygardagin 21. juni

TB – EB/Streymur: kl. 18.30

FC Suðuroy – B68: kl. 13.00

Sunnudagin 22. juni

KÍ – B36: kl. 15.00

NSÍ – Víkingur: kl. 17.15

07 Vestur – HB: kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20