Ongi úrslit

Fimm lyklaspælarar eru ikki tøkir

Patrik Johannesen er aftur á landsliðnum, og felags fyri allar teir, sum hava fingið landsliðsboð, hava áður verið á landsliðnum

Jonhard Hammer
8 tímar síðan

Tríggir spælarar, sum hava spælt nógvar landsdystir, eru ikki á listanum, sum Eyðun Klakstein nú fyrrapartin kunngjørdi. Talan er um venjingardyst í San Marino leygardagin 28. mars heldur enn teir báðar dystirnir, sum ætlanin var at spæla í Dubai. Teir dystirnir eru avlýstir orsakað av spentu støðuni í Iran og økinum har á leið.

Fimm spælarar, sum plaga at vera í landsliðshópinum, eru ikki tøkir. Teir eru Odmar Færø, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen, René Shaki Joensen og Jóan Símun Edmundsson, og tá er Hallur Hansson, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, ikki roknaður uppí.

-Felags fyri hesar er, at teir eru skaddir og harvið ikki tøkir. Tað eru altíð spælarar, sum ikki eru tøkir. Soleiðis var tað eisini í fjør, og n+u kemur tað okkum til góða, at vit brúktu allan hópin, og tá var talan um eitt tað besta avrikið yvirhøvur, sigur Eyðun Klakstein.

Í fjør var Patrik Johannesen nógv darvaður av skaðum. Tað bar við sær, at hann ikki spældi so nógv fyri KÍ, sum hann annars hevði gjørt, og hann var heldur ikki á landsliðnum. Nú er hann aftur fastur maður á KÍ liðnum, og í dag fekk hann landsliðsboð.

 

Málverjar

Mattias Heðinsson Lamhauge

Bárður á Reynatrøð

Bjarti Vitalis Mørk

 

Verjuspælarar

Andrias Edmundsson

Gunnar Vatnhamar

Samuel Chukwudi Johansen

Arnbjørn Svensson

Viljormur Davidsen

Ási P. Dam

Jóannes Kalsø Danielsen

Jann Julin Benjaminsen

 

Miðvallarspælarar

Jákup Biskopstø Andreasen

Géza David Turi

Noah Mnenéy

Jóannes Bjartalíð

Árni Frederiksberg

Poul Kallsberg

Hanus Sørensen

Adrian Justinussen

 

Álopsspælarar

Páll A. Klettskarð

Petur Knudsen

Patrik Johannesen

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46