Ongi úrslit

FilmsTing í Tórsgøtu

Á filmstinginum umrøða, tingast og kjakast vit um filmslist, mentan og vinnu.

Vilhelm Clementsen
7 tímar síðan

Filmtingið varpar ljós á allar tættir innan filmsframleiðslu. Hesu ferð fara vit at hoyra um hvørjar royndir filmsfólk gera sær útí í heimiog um avrik, royndir og tilgongdir hjá teimum.

Á skránni vera tvær framløgur.

Búi Dam, leikstjóri fer at greiða frá frá feskasta heimidarfilminum BIRITA, ið verður frumframførd á CPH:DOX 15 mars, har filmurin er við í kappingini.

Hina framløguna hevur Per Zachariasen, framleðiari.

Per hevur gjørt framleiðslur í flestu norðurlondum harumframt USA, Brasil, Australia, Kina og aðrastaðni. Han greiðir frá sínum royndum bæði í Føroyum og uttanlands og fer at práta um munin millum at framleiða í m.a USA og norðanlond/Føroyar. Harumframt munin millum at framleiða live og ikki live sendingar. Seinasta verkætlanin, sum Per hevur framleitt er Hoydalar.

Fyriskiparar eru Filmshúsið og Klippfisk.

Tiltakið er í Perluni í Havn 30 Mars kl 19:30-21:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46