- Veruleikin er, at vit høvdu onga hóming av, hvat festivalurin skuldi blíva til tá vit byrjaðu fyri 14 árum síðani. Eg sammeti ofta Summarfestivalin við eitt barn, sum nú er við at gerast vaksið og skal skapa sítt egna lív.
Soleiðis sigur Steintór Rasmussen, stigtakari og høvuðsfyrireikari av Summarfestivalinum í Klaksvík, sum nú um vikuskiftið verður hildin á 15. sinni.
Tað er altíð við einum sindri av bivan, tá børnini verða slept út at klára seg sjálvi og prógva sítt virði. Soleiðis er eisini við Summarfestivalinum, nú byrjanin nærkast.
- Tað eru altíð so nógvir faktorar, sum vit ikki hava ávirkan á. Hvussu veðrið verður, hvussu nøvnini verða móttikin og so framvegis. Tað er ikki fyrr enn sunnudagurin er komin, og vit vónandi aftur í ár kunnu staðfesta, at tað gekk sum tað skuldi, og øll komu væl heimaftur til hús, at vit kunnu slappa av aftur og siga um vit eru nøgd ella ikki.
Festivalurin fyllur líka nógv enn
Steintór hevur síðani byrjanina fyri 14 árum síðani verið andlitið aftan fyri stóra fyrireikingarapparatið, sum skal til fyri at fáa eitt so stórt tiltak á beinini. Seinastu árini hevur hann tó latið ein part av hesum leikluti víðari til hina eldsálina í projektinum, Erik Biskopstø, men tað merkir als ikki, at Steintór hevur sett seg hendur í favn.
- Nei, festivalurin fyllur líka nógv, sum hann altíð hevur gjørt. Eg eri við í øllum avgerðum av týdningi, sum verða tiknar, men mín leiklutur er kanska broyttur til meira at taka mær av relasjónunum við myndugleikar, feløg og sjálvboðin, hvørs vælvild vit eru bundin av fyri at kunna halda ein slíkan festival. Erik er hinvegin tann, sum nú fer út og úttalar seg vegna festivalin, serliga tá tað kemur til tað tónleikaliga.
Steintór vísir á, at hann seinastu árini eitt nú hevur lagt sína orku í at fáa tiltøkini fyri børn og fyri familjurnar at virka.
Fyri alla familjuna
- Vit hava altíð kallað Summarfestivalin fyri ein festival fyri alla familjuna, og tað taka vit í allar størsta álvara. Vit hava góðar umstøður við barnalandinum í ítróttarhallunum. Ikki bara hjá børnunum at spæla, men eisini hjá foreldrum at hjúkla um tey minstu. Vit hava eisini støðugt roynt at ment møguleikarnar hjá gestum fyri at gista á festivalinum og annars at skapa umstøður fyri einari góðari uppliving.
- Men høvuðsvøran hjá Summarfestivalinum er sjálvandi tað, sum hendir á pallunum, tónleikurin og undirhaldið – so vil altið vera við einum festivali. Og eg haldi eisini, at hetta hevur eydnast aftur í ár við góðum altjóða nøvnum og fyrsta floks útgerð, sigur Steintór Rasmussen.
Ætlaðu at fara út í Grøv
Hann greiðir frá, at tá tey byrjaðu at tosa um at skipa fyri einum festivali í Klaksvík – tað var fyrst í øldini, samstundis sum G!-festivalurin í Gøtu byrjaði – spældu tey sær við tankanum um at halda festivalin Úti í Grøv. Hetta gjørdist tó ongantíð til nakað, men í teirri tilgongdini spretti hugskotið um at halda festivalin í miðbýnum í Klaksvík.
- Hugskotið vísti seg at kunna halda. Vit vóru heppin við veðrinum tað fyrsta árið og tiltakið varð sera væl móttikið av klaksvíkingum, norðoyingum og gestum sum heild. Og ikki minst myndugleikum, sum loyva okkum at steingja býin av í næstan eina heila viku á hvørjum ári.
Men festivalurin hevur hesi 15 árini verið noyddur at tillaga seg umstøðunum, alt eftir sum býurin hevur broytt seg. Hetta hendi til dømis, tá umfatandi byggingin á útfyllingini, Biskupstorg, byrjaði og festivalurin ikki longur kundi brúka hetta økið til kamping.
Býurin bjóðar av
Og tað er eisini menningin av býnum, sum Steintór Rasmussen sær sum ta størstu avbjóðingina í komandi tíðum.
- Tað er einki at ivast í, at Summarfestivalurin er komin fyri at vera. Men tá hesin 15. festivalurin er av, skulu vit seta okkum niður fyri at eftirmeta og so gjølliga viðgera hvussu Summarfestivalurin skal síggja út í komandi árum.
- Uppsetingin av festivalinum við palli og útgerð annars hevur ongantíð verið so stór, sum hon er nú, og spurningurin, sum vit skulu seta okkum, er, um vit kunnu gerast størri, og um setup’ið kann halda í komandi árum.
Orsøkin til at Steintór setir henda spurningin er millum annað, at Klaksvíkar býur livir sítt egna lív, og stendur støðugt fyri nýggjum avbjóðingum. Ein endi kann nú hómast á stóru byggiætlanini, Biskupstorginum, og tað næsta verður, at posthúsbygningurin, sum Palli Gregoriusen teknaði í síni tíð, í næstum skal skapast um til eitt mentanarhús, ið kemur at breiða seg nakað út yvir Vágsbø, sum annars er miðdepulin fyri stóru konsertirnar hjá Summarfestivalinum.
- Vit mugu fáa greiðu á hvussu menningin av býnum kemur at ávirka festivalin í framtíðini. Tað síggi eg sum stóru avbjóðingina hjá okkum. Skal festivalurin vera líka stórur? Skal hann vera á sama stað, ella kanska flytast? Tað eru stórir spurningar at taka støðu til, sigur Steintór Rasmussen.
Upp í 10.000 fólk
Summarfestivalurin byrjar í annaðkvøld. Enn eru atgongumerki eftir, upplýsir Steintór Rasmussen, og møguleiki verður at keypa dagsatgongumerki við dyrnar. Tey bestu árini hava verið upp móti 10.000 fólk á festivalinum, men tá er alt íroknað, fólk, sum hava goldið, hjálparar, luttakarar og gestir.
Trý høvuðsnøvn eru fingin heim at spæla á stóra pallinum í ár. Hóskvøldið verður tað danska Aqua, fríggjakvøldið svenska Zara Larsson og leygarkvøldið enski Roger Hodgson, sum einaferð stóð á odda fyri bólkin Supertramp.
Harafturat er ein riðil at føroyskum nøvnum við. Undanfarnir bólkar verða eisini savnaðir saman aftur til hetta høvið. Hóskvøldi JoKa, fríggjakvøldið Kjølar og leygarkvøldið Aria.
Les eisini: Aqua: Broyttu tekstin tá Michael Jackson doyði