Aqua: Broyttu tekstin tá Michael Jackson doyði

Úrslitabesta orkestrið í Danmark nakrantíð fer á pall á Vágsbøi í annaðkvøld

Ingi Samuelsen
8. august 2018 kl. 16:13

Bubligumpopporkestrið Aqua, sum verður høvuðsnavnið á fyrsta kvøldinum á ársins Summarfestivali í Klaksvík í annaðkvøld, er tað danska orkestrið, sum hevur klárað seg best nakrantíð, mált upp á sølu.

Bólkurin stendur til at hava selt 33 milliónir fløgur, og hetta hóast tað bert eru komnar tríggjar fullar útgávur frá hesum orkestrinum, ið byrjaði miðskeiðis í nítiárunum, og gavst í 2001. Fyri so at koma saman aftur í 2007 og síðan at hava spælt saman við jøvnum millumbilum fram til dagin í dag.

”Tá Michael Jackson enn var svartur”
Í 2009 fekk bólkurin knappliga nýggjan vind í seglini, tá tey góvu út singleplátuna ”Back to the 80’s” ein av nøkrum nýinnspældum sangum, ið bólkurin hevði við á eini greatest hits útgávu, sum kom út tað árið.

Sangurin er ein skemtingarsom tilsiping til alt tað góða, sum var at uppliva í teinum festligu áttatiárunum. Sangurin hevur nógvar tilsipingar. Menn tann eina tilsipingin gjørdist knappliga so aktuell upp á tann syrgiliga mátan, at Aqua valdi at broyta sangin, áðrenn hann varð sendur út á altjóða marknaðin.

Tað er í byrjanini av sanginum, tá harrarøddin í øðrum ørindi minnist afturá ”when Eminem (M&M) was just a snack, and Michael Jackson’s skin was black”.

Sangurin kom út sum stakfløga í Danmark í mai 2009, men bert ein mánaða eftir, doyði amerikanska superstjørnan, Michael Jackson, og Aqua sóu seg tí noydd at broyta tekstin í altjóða útgávuni av sanginum, sum kom út seinni á summarinum, so at onnur regla í øðrum ørindi nú ljóðar ”and Arnie told us I’ll be back”. Arnie er Arnold Schwarenegger, sum hevði tvær signaturútsøgnir í sínum Terminator filmunum: ”Hasta la vista, baby” og ”I’ll be back”.

Her er ein óalmenn videoútgáva av sanginum, har myndir vísa, hvat sungið verður um:

Michael Jackson verður ikki nevndur í hesi útgávuni, og tað er heldur ikki heilt lætt at finna ta útgávuna. Í øllum útgávunum av sanginum á Spitify t.d. er tað við ”I’ll be back”.

Lille Peder Edderkop
Tað vóru Søren Raasted og Claus Noreen, sum stovnaðu Aqua í 1994, tá undir navninum Joyspeed. Teir báðir vóru tónleikarar og tónleikaframleiðarar, og fingu afturat sær René Dif, sum var DJ og rappari og norsku sangarinnuna, Lene Nystrøm, at taka sær av røddunum.

Joyspeed gav út eina stakfløgu. Sangurin var eingin minni enn ”Lille Peder Edderkop”, sum á enskum eitur ”Itsy Bitsy Spider”, sum Joyspeed gav út í eini peppaðari dansiversjón í 1995. Spurningurin er, hvussu errin tey eru av sanginum í dag – vit gita, at hann neyvan verður spældur á Vágsbøi í annaðkvøld, ella?

Stóra succein hjá bólkinum er framvegis fyrsta fløga teirra, ”Aquarium”, sum kom út í 1997. Undan útgávuni vórðu tvey stakløg givin út, ”Roses are Red”, sum sostatt gjørdist fyrsta útgávan undir navninum Aqua, og ”My og My”.

Barbie saksøkti plátufelagið
Aquarium hevði fleiri sangir, ið vórðu sera væl móttiknir tá móti endanum av øldini. Men tað gjørdist ”Barbie Girl”, sum sló øll met og lá ovast á hittlistanum kring tað mesta av heiminum:

Við til søguna um, at júst hesin sangurin fekk so stóra umrøðu, hoyrir, at amerikanska fyritøkan Mattel, sum framleiðir Barbie og Ken dukkurnar, legði rættarsak mótvegis plátufelagnum hjá Aqua, MCA Records, tí fyritøkan helt, at sangurin hevði gjørt seg inn á teirra vørumerki, millum annað við at kalla Barbie fyri eina ”blonde bimbo” og við at hava rættiliga týðuligar kynsligar undirtónar í bæði teksti og myndum.

Men ynskini hjá Mattel um at støðga sanginum vunnu ikki frama í amerikansku rættarskipanini, og fyritøkan tapti sakarmálið.

Seinni hevur Mattel so brúkt sangin – við broyttum teksti – í marknaðarføringini av Barbie dukkuni.

Í 2000 kom onnur fløgan hjá Aqua, nevnd ”Aquarius”. Hon seldi ikki eins væl og tann fyrra fløgan, men okkurt av løgunum kláraði seg væl.

Í upploysn og samanaftur
Eftir hesa útgávuna og eina drúgva konsertferð kring tað mesta av heiminum, leiddust limirnir av hesum lívinum, og valdu at fara hvør til sítt. Flestu teirra royndu seg í øðrum samanhangum, og onkum teirra gekst væl.

Í 2008 kom bólkurin saman aftur fyri at spæla á Grøn Koncert tað summarið. Í hesum sambandi góvu tey árið eftir út teirra Greatest Hits-útgávu nummar tvey – rættiliga væl klárað hjá einum bólki við bert tveimum útgávun annars – og tað var á hesi fløguni, at áðurnevndi ”Back to the 80’s” var at finna.

Nýggju sangirnir á hesi fløguni vóru í fleiri førum sangir, sum vórðu skrivaðir meðan bólkurin framvegis var saman, og vóru ætlaðir til teirra triðju útgávu tá.

Men tey fóru nú aftur í upptøkuhølini og spældu inn nýggjar sangir, sum komu út á fløguni ”Megalomania”, sum kom út í 2011.


(Mynd: Aqua á Facebook)

Meira vaksin tónleikur
Aqua hevði nú broytt seg frá at vera eitt tekniseriuorkestur til eitt meira búgvið orkestur, sum spældi eitt sindur meira vaksnan tónleik.

Men útgávan gjørdist ongin succes. Ummælini vóru vánalig, og sangirnir komu ikki serliga langt upp á hittlistarnar.

Eitt hugtakandi lag á hesi útgávu, sum eisini vísir, at bólkurin hevur ment seg, er lagið ”Playmate to Jesus”.

3-manna orkestur
Aqua ferðaðist nógv í sambandi við hesa útgávuna. Hildu síðan ein støðg, men komu saman aftur í 2016 at spæla nakrar konsertir, men hesaferð var tað uttan Claus Noreen, sum hevði tikið endaliga avgerð um at gevast í orkestrinum.

Í ár er Aqua so saman aftur. Tey hava spælt á fleiri festivalum í Danmark fyrr í summar, og eisini á stóru Grøn Koncert ferðini, sum endaði um ólavsøkumundið. Síðsta vikuskiftið spældu tey á festivalum í Ringsted og í Strömstad í Svøríki, og í dag skulu tey spæla á stóra Smukfest festivalinum í Skanderborg áðrenn leiðin gongur til Føroya at spæla á Summarfestivalinum.

Í september fara tey eina konsertferð til Kanada, sum varir tað mesta av mánaðinum.

Seinastu árini, síðan Aqua gjørdist ein trýmannabólkur, hava tey útgivið onkur stakløg. Nýggjasta lagið er ”Rookie”, sum varð leysgivið fyrr í summar.

Aqua spælir á stóra pallinum á Vágsbøi hóskvøldið kl. 22