Tað er ikki nakað loyndarmál at 31 ára gamla Sissal elskaði alt við tað at vinna og umboða Danmark á Eurovision í Basel í 2025.
Tað verður ein risa dreymur, sum gerst veruleiki hjá henni, um hon sleppur at uppliva alt aftur, sigur hon millum annað, í samrøðu við Ekstra Bladet.
- Eg merki avgjørt trýstið. Eg eri meira nervøs í ár, enn eg var í fjør. Eg føli at okkurt er uppá spæl, men eg fari at njóta tað so nógv, tí tað kann vera seinastu ferð í nógv ár, at eg fari at uppliva hettar, sigur Sissal uumDansk Melodi Grand Prix.