Eftir summarfrítíðina fer MR skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at vera nýttur til MR skanning av bróstur. Tað sigur Margit Stórá landsstýriskvinna í almenna- og heilsumálum í svari til fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løgtingskvinnu.
Margit Stórá sigur soleiðis:
-Í løtuni verða MR-skanningar av brósti ikki gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tá nýggi MR-skannarin kom á Klaksvíkar Sjúkrahús, varð ein ætlan løgd fyri íverksetan av skannaranum, bæði viðvíkjandi upplæring av starvsfólkum og verkseting av kanningum.
At byrjað við vórðu MR-skanningar av bróstum ikki ein av teimum kanningum, sum vórðu íverksettar, men í januar 2026 er Sjúkrahúsverkið farið undir at gera tað útgreiningararbeiðið og tær fyrireikingar, sum skulu til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk.
Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, við starvsfólkum frá bæði Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum ger útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar. Tá hetta er klárt, skulu skanningar av bróstum gerast í 3 Tesla skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður hetta klárt at seta í verk aftaná summarferiuna í ár.
MR-skanningar av brósti kunnu ikki koma í staðin fyri mammografikanningar, men verða nýttar sum ískoyti til mammografi.
Kanningin verður serliga nýtt:
Til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna ílegubrek (t.d. BRCA).
Til kvinnur, sum fáa kemoviðgerð fyri bróstkrabba, skurðviðgerð (neoadjuverandi kemoterapi).
Evropeiskar leiðreglur (t.d. ECIBC) viðmæla, at MR verður lagt afturat sum “tilpassað” screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað (høj brystvævstæthed).
Hetta verður ikki viðmælt sum standardscreening hjá øllum kvinnum.
Tað eru ongar ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið í bræði. Í løtuni verður gamli 1,5 Tesla MR-skannarin á Landssjúkrahúsinum, sum er 13 ár, dagførdur.Hetta merkir, at øll teknisk-og telduútgerð verður skift út, men at sjálv 1,5 Tesla magnetin verður varðveitt. Hetta leingir um livitíðina hjá skannaranum við nógvum árum.
Her ber til at lesa spurningar og svar í fullari longd