Ongi úrslit

Fara frá einum altjóða palli og á tann næsta

Nú verður tað setningurin hjá monnunum í Oslo at megna sama avrik, sum kvinnurnar syrgdu fyri í Trier og Dortmund

Jóannes Hansen
18 tímar síðan

Armarnir eru ivaleyst komnir upp á pláss aftur eftir HM endaspælið í kvinnuhondbólti í Týsklandi.

Setningurin hjá kvinnunum undan fráferðini til Týsklands var at vinna ein dyst í innleiðandi umfarinum og harvið at vinna pláss í miðumfarinum. Ítøkiliga varð roknað við, at tað fór at eydnast at vinna í triðja og síðsta dystinum í innleiðandi umfarinum. Tá var mótstøðuliðið Paraguay, og tað eydnaðist at vinna trivaligan 36-25 sigur ímóti Paraguay. 

Úrslitini í HM endaspælinum vóru enn einaferð staðfesting av, at tað eru europeisku tjóðirnar, sum eru stinnast í kvinnuhondbólti. Einasta ikki europeiska landið, sum vann seg í fjórðingsfinaluna, var Brasil, sum í fjórðingsfinaluni tapti 30-23 ímóti Týsklandi.

Longu undan sigrinum ímóti Paraguay høvdu føroysku kvinnurnar av álvara skrivað Føroyar á heimskortið í hondbólti og ítrótti. 27-25 sigurin ímóti Spania bar tvey stig í miðumfarið við sær, og føroyskur hondbóltur varð í altjóða høpi av álvara lyftur og ljós varpað á, hvussu tað ber til, at fólkafátækasti luttakarin í kappingini kundi syfta Spania, sum bæði í fólkatali og tign í altjóða ítrótti og eisini hondbólti telist millum tey stóru.

Claus Leth Mogensen og Simon Olsen stóðu á odda fyri føroyska liðnum, og hóast tað í síðsta dystinum endaði við 33-30 tapi ímóti Íslandi, so fóru Føroyar úr endaspælinum við røttum ryggi.


Ein av trimum er í føroyskum feløgum

Eftir HM endaspælið eru føroysku spælararnir aftur í feløgunum, har tær venja og spæla og leggja lunnar undir góðu avrikini á landsliðnum. Seks av spælarunum eru í Føroyum, og hinar tólv eru í útlendskum feløgum. 

Pernille Brandenborg eru í Storhamar í bestu norsku deildini, og hinar eru í donskum feløgum.

Jana Mittún, Súna Krossteig Hansen, Marita Mortensen, Maria Pálsdóttir Nólsoy og málverjarnir Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum eru í bestu deildini í Danmark, og tvíburarnir Lív B. og Vár B. Zachariasen eru saman við Elsu Egholm, Rannvá Olsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg í næstbestu deildini.


Helgi einsamallur við føroyskum bústaði

Í síðstu viku varð alment hvørjum 18 spælarum Peter Bredstorff-Larsen landsliðsvenjari saman við hjálparvenjaranum Hjalta Mohr Jacobsen hevur boðsent at vera við í EM endaspælinum í januar. Í EM endaspælinum eru Føroyar í bólki saman við Sveis, Montenegro og Slovenia.

Málið hjá føroyska liðnum er at vinna seg víðari í miðumfarið. Avrikini seinasta árið hava víst, at føroysku menninir hava møguleika ímóti nógvum øðrum europeiskum tjóðum. At hondbólturin er so stinnur í Europa sammett við restina av heiminum ber við sær, at tað ivaleyst er torførari at vinna seg víðari úr innleiðandi umfarinum í EM, enn tað er í HM endaspæli, men at tað eru so nógvir spælarar, sum royna seg uttanlands, eigur at tala fyri betri fyritreytum.

Merkisvert er tað, at 17 av teimum 18 spælarunum, sum triðja nýggjársdag savnast til síðstu fyrireikingarnar til EM endaspælið í Oslo, umboða útlendsk feløg. Einasti spælarin í føroyskum felag er Helgi Hildarson Hoydal, sum, eftir at hava verið í Norra í nøkur ár, er aftur í H71.

Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen eru í bestu týsku deildini, Aleksandar Lacok er í bestu sveisisku deildini, Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru í bestu íslendsku deildini, Tróndur Mikkelsen, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl eru í bestu svensku deildini, og hinir eru í donskum hondbólti. Óli Mittún og Teis Horn Rasmussen spæla í bestu donsku deildini, og i næstbestu deildini eru Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Kjartan Johansen, Leivur Mortensen og Pætur Mikkjalsson, og Rói Berg Hansen er í Køge Håndbold í triðbestu donsku deildini.

Føroyar fara at spæla ímóti Sveis fríggjadagin 16. januar, ímóti Montenegro sunnudagin 18. januar og týsdagin 20. januar verður Slovenia mótstøðuliðið.


Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06