Ongi úrslit

Falstíðindi um Albanese

Petur Martin Johannesen
7 tímar síðan

Sjúrður Skaale ber víðari ákæruna um, at Francesca Albanese skal hava kallað Ísrael “felags fíggjinda hjá mannaættini”.

Hetta er ikki rætt.

Tað er sera einfalt at eftirkanna. Albanese legði sjálv alla røðuna út óklipta. Har sæst, at hon segði:

“We who do not control large amounts of financial capitals, algorithms and weapons. We now see that we as a humanity have a common enemy.”

Hon sigur ikki, at Ísrael er fíggjindi hjá mannaættini.

Hon hevur eisini beinleiðis avvíst hesa tulkingina og greitt frá, at hon sipaði til eitt skipanarligt vald- og stuðulssystem, sum ger tað møguligt at halda fram við lógarbrotum uttan ábyrgd.

Tí er kjarnaspurningurin ikki, um hon segði tað – tí tað kann eftirkannast.

Spurningurin er, hví ákæran kortini verður borin víðari.

(sí keldu 1)

Hví hetta hevur týdning

Hetta er ikki bara ein orðadráttur.

Albanese kritiserar ikki bert Ísrael, men eisini tey lond og tær maktstrukturar, sum halda hond yvir Ísrael politiskt, fíggjarliga og hernaðarliga.

Hon vísir á, at uttan hendan stuðul hevði Ísrael ikki kunnað framt ein so víðfevndan ágang móti Palestina uttan avleiðingar.

Tað er hendan skipan – ikki eitt einstakt land – hon kallar ein “felags fíggjinda”.

Legitimets-spurningurin

Í hesum samanhangi hevur legitimets-spurningurin stóran týdning.

Ísrael arbeiðir sambært egnum útsagnum fyri at fyribyrgja einum palestinskum ríki (sí keldu 2).

Samstundis síggjast álop á stovnar sum UNRWA (sí keldu 3), og ein støðug útbygging av búsetingum og vegum á hersettum økjum (sí keldu 4).

Hetta er alt væl skjalfest og knýtt at eini longri gongd, har altjóða resolusjónir og altjóðalóg verða sett til viks (sí keldu 5).

Tá ein slík kritikur verður svaraður við at falsa útsagnir, flytur kjakið frá lógarbrotum og ábyrgd til persónliga diskreditering.

Avleiðingin

Um ein ósonn ákæra – sum kann eftirkannast við at lurta eftir røðuni – verður endurtikin av politikarum og miðlum, so er tað ikki bert ein misskiljing.

Tað ger tað truplari at hava eitt sakligt kjak um:

• altjóða lóg,

• ábyrgd,

• og støðuna í Palestina og Ísrael.

Um kritikkur av valdi verður svaraður við persónligum álopum og misrepresentation, so veiknar altjóða rættarskipanin í praksis.

1: https://www.youtube.com/shorts/EhVVtHp3WNw

2: https://www.timesofisrael.com/netanyahu-there-will-not-be-a-palestinian-state-even-at-cost-of-ties-

with-saudis/

3: https://www.bbc.com/news/articles/cp874nng8xvo

4: https://www.bbc.com/news/articles/cvg5x2l3v0qo

5: https://en.wikipedia.org/wiki/List_of_United_Nations_resolutions_concerning_Israel

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37