FA tosar við UEFA um at fáa Champions League finaluna til Stórabretlands

Tað er eitt sindur óvist, hvussu verður við Champions League finaluni, sum eftir ætlan skal leikast á Ataturk leikvøllinum í Istanbul, eftir at Turkaland er komið á reyða listan hjá Stórabretlandi. Nú verður arbeitt við at fáa finaluna til Stórabretlands

Sigurjón Einarsson
8. mai 2021 kl. 09:46

Bretska stjórnin kunngjørdi í gjár ein lista yvir tey lond, bretar kunnu ferðast til, og hvørji pláss, teir ikki kunnu ferðast til. Meðan Føroyar komu á grøna listan, so gekk verri við Turkalandi, sum kom á reyða listan. Og tað kann nú fáa avleiðingar fyri Champions League finaluna.

Champions League finalan skal eftir ætlan leikast á Ataturk-leikvøllinum 29. mai, men eftir at Stórabretland í gjár koyrdi Turkaland á reyða listan, so er óvist, hvussu verður við finaluni í Istanbul.

Bretskir miðlar skriva, at FA tosar nú við UEFA um hesa støðu, og hevur bjóða seg fram at hýsa finaluna í Stórabretlandi.

Verður hetta ynskið ikki gingið á møti, og finalan verður spæld í Istanbul, so skulu fólk og leikarar í sóttarhald í tíggju dagar, tá tey koma heimaftur, og tað kann verða sera óheppið fyri fyrireikingarnar til EM-endaspælið, ið byrjar 13 dagar eftir finaluna.

Miðilin The Athletic skrivar, at play-off finalan í The Championship, ið er ásett at verða spæld sama dag sum Champions League finalan, verður flutt til eitt annað dato, so Champions League finalan kann verða leikt á Wembley, verður ynskið hjá FA gingin á møti.

Wembley hýsti eisini Champions League finaluna í 2011, tá Barcelona vann 3-1 á Manchester United.