Niðurteljingin er um at vera av, og um eitt samdøgur verður tað veruleiki, sum landsliðsvenjarin og spælararnir hava bíðað eftir í meiri enn eitt hálvt ár.
14. november í fjør hevði Eyðun Klakstein fyri fyrstu ferð ábyrgdina av A-landsliðnum. Ta ferðina gekk tað væl, tí í Armenia vunnu Føroyar Nations League dystin 1-0. Síðani hava fýra dystir aftrat verið í Eystureuropa, og Føroyar hava tapt allar við einum máli – 1-0 í Norðurmakedonia, 2-1 í Kekkia, 1-0 í Montenegro og hóskvøldið endaði tað við 1-0 tapi í Georgia.
Hýrururin kendist vera góður á tíðindafundinum í kvøld, og tað sást hann eisini vera millum spælararnar, tá ið teir á vøllinum løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar undan fyrsta heimadystinum síðani 13. oktober í fjør, tá ið Lettland var mótstøðuliðið, og úrslitið var 1-1.
-Fyrst av øllum ynski eg U-21 landsliðnum hjartaliga til lukku við 2-1 sigrinum í Klaksvík í gjár. Tað var hugaligt at vera eygnavitni, tá ið liðið reisti seg, og vendi hóttandi 1-0 tapi til 2-1 sigur. Hjá bæði venjaranum Ólavi Mikkelsen og flestu spælarunum var talan um fyrsta U-21 landsdystin, og hetta er gott avrik og úrslit at byggja víðari á, segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum í kvøld.
Tá ið tað snúði seg um heimadystin ímóti Gibraltar í annaðkvøld, staðfesti landsliðsvenjarin, hvør dagsskráin er:
-At vit nú eiga heimavøll er nýtt fyri okkum, og um vit skulu fáa fulla nyttu úr tí støðuni, so eru tað áskoðararnir, sum skulu hjálpa okkum. Eg vænti, at tað vera nógvir áskoðarar, og eg veit, at teir og føroyskur fótbóltur roknar við, at vit fara at vinna, staðfesti venjarin, og so helt hann fram:
-Eg haldi ikki, at tað nervar okkum, at vit verða roknaðir at vera favorittar, tí spælararnir eiga nógvar royndir og vita, hvat tað snýr seg um. Vit plaga at vera nógv í verjustøðu, men í annaðkvøld fara vit at hava bóltin væl meiri, enn vit plaga, og tað er einki sum eitur. Vit hava lagt ætlanir, og vit fara at gera alt tað, sum skal til fyri at vinna. Spælararnir eru væl fyri, og útgangsstøðan verður meiri álopskend, enn hon plagar at vera. Vit fara ikki at spæla við høvdinum undir arminum. Vit hugsa um verjuna, og vit eiga royndar verjuspælarar, men vit fara at leggja meiri fyri í álopspartinum, enn vit plaga at gera, sigur Eyðun Klakstein.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli 2. hvítusunnukvøld verður klokkan 19.45, og Igal Frid úr Ísrael verður dómari.