Ongi úrslit

Eitt apotek afturat í Tórshavn - takk

Annfinn Brekkstein, valevni fyri Sambandsflokkin
7 tímar síðan

Nú Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava forkomið Apotekinum í Steinatúni, hava vit bara eitt apotek eftir í Havn, sum er fyri alla Streymoynna - tað er alt annað enn nøktandi. 

Tað búgva 22.500 fólk í Suðurstreymi/ miðstaðarøkinum og tað kann ikki góðtakast, at vit bara hava eitt apotek, har flest fólk búgva.

Tað hevur fleiri ferðir verið uppá tal at lata upp eitt apotek afturat í Havn, antin í Hoyvik ella í vestara parti av Havnini. Tað hevði verið skilagott at gjørt tað, men tað øvugta er hent, mann hevur stongt Apotekið í Steinatúni, sum hevur gagnað borgarum í miðstaðarøkinum sera væl - tí har er lætt at koma til og frá.

Sum valevni til komandi løgtingsval fyri Sambandsflokkin, fari eg at arbeiða hart fyri at vit lata upp eitt apotek afturat í Havn, til gagns fyri okkara borgarar.

Set X við Annfinn Brekkstein - so verður tað avgreitt.

Annfinn Brekkstein

valevni til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46