Ongi úrslit

Ein profilur afturat meldar seg úr grønlendska Javnaðarflokkinum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Ein profilur afturat meldar seg úr grønlendska Javnaðarflokkinum

Grønlendski javnaðarflokkurin, Siumut, er komin í kreppu eftir at flokkurin tók seg úr samgonguni fríggjadagin.

Í Siumut hava tey verið ónøgd við arbeiðslagið í grønlendska landsstýrinum og tí fóru tey úr samgonguni.

Tað fekk Vivian Motzfeldt at taka seg úr flokkinum, eftir at hava verið limur í 20 ár. Beinleiðis orsøkin er avgerðin um at siga seg úr samgonguni.

Og í dag boðar ein profilur afturat, Kim Kielsen, sum eisini er fyrrverandi stjórnarleiðari í Grønlandi, eisini frá, at hann tekur seg úr Siumut eftir at hava verið limur í 41 ár. Eisini hann sigur, at hann kann ikki góðtaka avgerðina um at fara úr samgonguni.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46