Ongi úrslit

Ein bygd fyri tey demens-raktu

Hugtakið er at betra um lívsgóðskuna

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Uttanífrá tykist Hogeweyk, sum liggur í Hollandi, sum ein og hvør onnur bygd. Har er ein matvøruhandil, eitt sjónleikarhús og ymiskar matstovur og handlar.

Men íbúgvarnir hava allir demens, og sjálvt bygdin er í roynd og veru eitt røktarheim. Hon var gjørd við tí endamáli at bjóða fólki við sjúkuni røkt, samstundis sum hon gevur teimum sjálvstýri í teirra egna lívi.

Hugtakið við hesum er at betra um lívsgóðskuna gjøgnum reminiscence terapi og frælsi. Eisini skal tað minka um angist og tørv á medisinering.

reminiscence terapi snýr seg um at vekja minnir frá fyrr í lívinum, vanliga barna- og ungdómsárunum. Tað verður gjørt við at brúka tónleik, luktir, gamlar lutir ella myndir, til at gera minnini meira livandi.

Íbúgvarnir í Hogeweyk búgva saman í smáum bólkum, sum eru skipaðir eftir ymiskum lívsstíli. 

Bólkarnir kunnu til dømis vera mentanarligir, kristnir, handverksligir ella annað, hettar fyri at tey betur kunnu kenna seg heima.

Íbúgvarnir luttaka eisini í dagligum uppgávum, so sum at gera mat og keypa inn. Hettar fáa tey hjálp til frá umsorganarfólkum, sum virka sum vanlig bygdarfólk.

Verkætlanin er í høvuðsheitum stuðlað av niðurlendska heilsuverkinum, og ger hana atkomiliga, hóast talan er um ein serkønan stovn.

Hogeweyk er altjóða viðurkend sum fyrimynd fyri framtíðar demensrøkt, har dentur verður lagdur á virðing heldur enn stovnsføring.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37