Ongi úrslit

Eg veit ikki hvat Hans Pauli Strøm tosar um

Eg forði honum ikki í at hava eina meining og hann skal heldur ikki forða mær í at framføra mína meining, sigur Sjúrður Skaale

Áki Bertholdsen
14. apríl 2025 kl. 17:25

– Eg veit ikki, hvat Hans Pauli Strøm tosar um.

Tað er stutta viðmerkingin frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni nú fyrrapartin.

Í áðni skrivaðu vit, at leiðslan í Javnaðarflokkinum hevur heitt á Sjúrð Skaale um at gevast at øsa alt upp við síni skriving um kríggið ímillum Ísrael og Hamas.

Hans Pauli Strøm sigur, at tað harmar hann at Sjúrður heldur fram kortini, men hann gjørdi greitt, at hann ger tað uttan nakra sum helst heimild frá Javnaðarflokkinum.

Sí meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/leidslan-i-javnadarflokkinum-hevur-heitt-a-sjurd-skaale-um-at-gevast

Sjúrður Skaale sigur í stuttari viðmerking, at hann veit ikki, hvat Hans Pauli Strøm tosar um.

– Eg havi onga áheitan fingið frá Javnaðarflokkinum um hetta, sigur Sjúrður Skaale.

Hann leggur afturat, at Hans Pauli Strøm hevur sína meining.

– Hans Pauli Strøm hevur sína meining og eg fari ikki at forða honum í at føra sína meining fram.

– Og eg haldi heldur ikki, at hann skal forða mær í at føra mína meining fram, sigur Sjúrður Skaale.

Vit hava roynt at fáa fatur á Hans Paula Strøm aftur, at spyrja hann, hvussu tey hava heitt á  Sjúrð Skaale um at gevast at øsa alt um um kríggið ímillum Ísrael og Hamas.

Men tað hevur ikki eydnast.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

13 tímar síðan

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29