Leiðslan í Javnaðarflokkinum er ikki fegin um skrivingina hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni fyri Javnaðarflokkin, um kríggið ímillum Ísrael og Hamas.
Sjúrður Skaale hevur skrivað fleirið greinar um støðuna, og hann hevur ikki fjalt, at hansara samhugi liggur hjá Ísrael.
Men sambært Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtingsmann og landsstýrismann fyri Javnaðarflokkin, eru tey ikki fegin um skrivingina.
Á Facebook skrivar hann, at hann tekur frástøðu frá »villu og púra ósakligu skrivingini og filmsrøðunum hjá Sjúrða Skaale«, sum hann orðar seg.
Hann sigur, at tað ger hann bæði sum privatpersónur og sum limur í Starvsnevnd Javnaðarfloksins.
Men hann er eisini ónøgdur við, at flokkurin ikki ger sína støðu greiða í hesum máli.
– Tað er neyðugt fyri meg at boða frá hesum, tí at Javnaðarflokkurin, við síni óskiljandi tøgn, verður lagdur undir at taka undir við antipalestinsku framferðini hjá Sjúrða Skaale, tí tað gera vit sjálvsagt ikki, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm leggur afturat, at tey hava umrøtt hetta málið á fundi í Starvsnevndini í Javnaðarflokkinum.
Og úrslitið var, at tey heittu á Sjúrð Skaale um ikki at øsa hetta málið upp, tí tey eru nógv, sum ikki kunnu góðtaka »einoygdu skriving og talu hansara«, sum Hans Pauli Strøm orðar seg.
– At hann kortini heldur fram í somu øði harmist eg um, leggur hann afturat.
– Men lat meg gera greitt: Hann ger tað uttan av hava nakrað heimild til tess frá Javnaðarflokkinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Men hann skoytir upp í, at bæði hann, og fleiri við honum, ótolnast eftir, at Javnaðarflokkurin kemur við eini greiðari útmelding um støðu sína í hesum máli, á sama hátt sum t.d. norski sosialdemokratiski stjórnarflokkurin.
Hans Paul Strøm leggur afturat: við hasu vitleysu útsøgnini hjá Sjúrði er tað ókey hjá ísraelska terrorstatinum at týna alt fólkið í Gaza fyri at vinna á terrorfelagsskapinum Hamas. Val í Gaza, sum ein fangalega kringsett av ísraelska hervaldinum og undir hernaðarræði Hamas' hevði ikki givið nakrað meining.