At Perseverance nú er lendur á Mars, er hæddarpunktið eftir fleiri ára fyrireiking og eina ferð til reyðu planetina, sum hevur vart í sjey mánaðir.
Eldhugafólk hava fylgt við kring allan heimin, og lættin og gleðin sást eisini í eftirlitsrúminum hjá Nasa, tá tað gjørdist greitt, at Perseverance hevði lent í øllum góðum. Løtu seinni var eisini fyrsta myndin at síggja.
Sjálv lendingin tók umleið sjey minuttir, men tað vóru nakrir neglabítandi minuttir, tí nógv kundi ganga galið. Undir helvtina av øllum sendiferðum til Mars eru eydnaðar.