Klæðini sum Sissal upptraðkaði í í gjárkvøldið, vóru sniðgivin av nýggjum frá hvussu tey upprunaliga sóu út.
Tá hon kom inn á pallin í Frederikshavn, var hon í svørtum frá topp til tá. Draktin var av Adidas-merkinum, men tað sá man ikki, tí Seymistovan hjá DR forvandlaði hana, tóku tær ikonisku stripurnar av, og skifti tær út við infinity-symbolinum.
Seymistovan hjá DR
Klædnavalið hjá Sissal í fjør til Eurovision, var eitt heitt kjakevni. Fólk stúrdu ikki fyri skriva teirra minni penar meiningar um tað hon var í, á teimun sosialu miðlunum.
Í ár segði Sissal við Billed Bladet áðrenn Grand Prixið:
- Eg eri í buksum, tak tað bara róligt! Eingin noyðist at siga nakað um tað. Tað eru tó ikki vegna meiningar hjá fólki, at eg eri í buksum, men tí tað riggar væl til sangin, segði hon eisini.
-Tað er sera rátt og øðrvísi enn tað, eg plagi at vera í. Eg røri meg meira hesaferð og eg havi dansarar við á pallin. Tað verður ein vøkur framførsla.
Og so var.