Ongi úrslit

Dirvi at velja amboðið, ið veruliga riggar – CO2-avgjald er einasti vegur

Bogi Bech Jensen
11 tímar síðan

Vit verða ikki 100% grøn á landi í 2030. Vit verða ikki 100% grøn á landi í 2035, og vit skulu ikki rokna við at verða 100% grøn á landi í 2040. Ikki tí tað ikki ber til, men tí vit brúka skeiv amboð.

Elektrifisering og grøn elveiting

Fleiri siga framvegis, at vit skulu verða 100% grøn á landi í 2030. Summi tosa um eina mildari útgávu, sum tó gevur væl minni meining, sum er, at okkara elveiting á landi skal verða 100% grøn í 2030. Her eru tvey hugtøk at halda skil á. Tað fyrsta er elektrifiser­ing. Tað er, tá vit fara frá olju til el. Til dømis frá bensin- og dieselbilum til elbilar ella frá oljufýrum til hitapumpur. Hitt hugtakið er grøn elveiting. Tað sigur nakað um, hvussu grønur streymurin er, sum fer í elbilin ella hitapumpuna. Vit vita, at so siga alt á landi skal elektrifiserast við tíðini. Tað vil siga, at allur hiti, flutningur, framleiðsla v.m., verður eldrivin í framtíðini. Vit vita ikki nær, men uttan so at okkurt grundleggjandi broytist, vita vit, at tað fer at henda. Vit vita eisini, at tað er sera dýrt at hava eina 100% grøna elveiting, tí ovurstórar íløgur skulu gerast fyri at náa tey síðstu prosentini upp til 100%. Skal øll orka á landi elektrifiser­ast, fer tað at taka langa tíð. Serliga um vit ikki brúka amboð, sum skunda undir hesa umlegging. Um elveitingin skal verða 100% grøn, áðrenn øll orkunýtsl­an á landi er elektrifiserað, koma vit í mong ár at rinda fyri ovurstórar íløgur í tey síðstu prosentini fyri at halda elveitingina 100% grøna, tó uttan at øll orkunýtslan á landi er grøn. Hetta merkir, at vit koma at rinda stórar upphæddir fyri at sleppa at siga, at elveitingin er 100% grøn, sum kann ljóða flott, men av samlaðu orkunýtsluni á landi, kunnu 80% væl koma frá svørtum keldum. Um endamálið er at minka um útlátið, gevur hetta onga meining og streymbrúkarin kemur at gjalda ovurstóru rokningina.

Týðilig kós áðrenn gerðir

Um endamálið er at minka útlátið, mugu okkara fólkavaldu seta týðilig tíðarfest mál og brúka tey amboð, sum skulu til fyri at røkka teimum. Og her er tað, at ketan loypur av. Sjálvt um mann hevur skilt, at vit ikki verða 100% grøn í 2030, torir mann ikki at siga tað hart. Nýggj ullint mál eru løgd afturat, sum eingin kennir til, og eitt uppskot til veðurlagslóg er lagt fyri Løgtingið, sum tosar um útlátið í 2050, men fyriheldur seg lítið og einki til, hvat hendur á leiðini til 2050. Eingin týðilig kós og eingi effektiv politisk amboð.

Einasta amboðið, sum riggar

Um týðilig tíðarfest mál verða sett, er bara eitt amboð, sum veruliga riggar. Tað er eitt markað CO2 -avgjald, har hvørt oyra verður brúkt beinleiðis til grønu umleggingina. Um CO2 -avgjaldið fer í landskassan, hevur vælferðin brúk fyri, at vit brenna olju. Um CO2 -avgjaldið er markað til grønu umleggingina, hevur mann ikki brúk fyri tí, tá tað hvørvur, tí tá er grøna umleggingin liðug. Markað CO2-avgjald er soleiðis ein pískur, sum fíggjar eina gularót.

Eitt grønt umskifti fyri øll – ikki bara tey ríku

Tað er umráðandi, at ein partur av inntøkunum frá CO2- avgjaldinum verður brúktur sosialøkonomiskt, soleiðis at grøna orkuskiftið ikki einans er fyri tey, ið hava ráð til tað, ella ein gloria hjá stóru útflutn­ings­fyri­tøk­un­um. Smærri fyritøkur, og láglønt, skulu fáa stuðul til at luttaka í grøna orkuskiftinum, so tey ikki blíva fangað í oljunýtslu og harvið fíggja gloriuna hjá teimum múgvandi. Inntøkurnar mugu brúkast til loysnir, sum eru prógvaðar og fíggjarliga geva meining, so tað ikki verður dýrari hjá brúkarunum at leggja um.

Krevur politiskt dirvi

Hví verður tað ikki tosað um eitt markað CO2-avgjald? Skal okkurt broytast, má tað kennast á pengapunginum, tað vita vit øll. Vit mugu tora at brúka amboð, sum rigga, skulu vit náa okkara málum. CO2-avgjald er ikki eitt populert amboð og má brúkast skynsamt, so okk­ara útflutningsvinna ikki tapir í altjóða kappingini. Tað er ikki lætt at selja politiskt. Men tað riggar, tí fólk handla, tá tey veruliga merkja tað fíggjarliga. Brúkt rætt verður CO2-avgjaldið ein grøn drívmegi. Tað minkar útlát, stuðlar teimum, ið hava torførast við at umstilla seg, og tryggjar, at alt før­oyska sam­fel­agi flyt­ur seg fram saman. Og tá vit koma á mál við grøna orkuskiftinum, hvørvur CO2-avgjaldið, tí CO2-útlátið hvørvur. Tað krevur politiskt dirvi at siga hetta hart, og higartil hevur eingin torað. Í staðin tosa politikkarar framvegis um allar møguligar loysnir, sum eyðsýniliga ikki rigga nóg væl. Tað er helst sum hollendski søgufrøðingurin, Rutger Bergman, einaferð segði, tá hann tosaði um topskatt og ójavna: Tað er, sum at vera á eini ráðstevnu fyri sløkkiliðsfólk, har eingin nevnir vatn sum eitt evni at sløkkja eldar við. Veruleikin er tó, at um vit vilja sløkkja bálið, mugu vit tora at brúka vatn.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37