– Eg havi tað faktiskt ordiliga gott. Eg haldi, at tað er deiligt ikki at skula ígjøgnum tað aftur. Tað krevur nógva orku, og eg havi longu verið ígjøgnum tað, so eg haldi eisini, at tað var deiligt at koma heim, og ikki skula renna aftur og fram.
Tað segði Sissal við HER&NU, um tað at hon ikki vann Dansk Melodi Grand Prix, tá tey hitti hana til frumsýningina av DR-dokumentarrøðini Elitedanserne mánakvøldið.
Leygarkvøldið gjørdist greitt, at tað er 27 ára gamli Søren Torpegaard Lund, sum skal hava ábyrgdina av at tryggja Danmark eina góða plasering til Eurovision í Wien í mai.