Ongi úrslit

Brutu verkfalsrættin: Vónandi minnist veljarin 2. november 2023

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, valevni fyri Fólkaflokkin
8 tímar síðan

Lagnudagurin, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir - eftir at hava verið í longsta verkfalli í nýggjari tíð - vóru lóggivnir aftur til arbeiðis.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir – tær, og ja, eg sigi tær, tí flestu eru kvinnur – tær, sum hvønn dag renna skjótt, tí starvsfólk mangla.

Tær, sum fáa deildir at hanga saman, tí tær vísa vælvild og hava eina sterka ábyrgdarkenslu.

Tá samráðingarnar ikki bóru á mál, og sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki fingu síni ynski uppfylt frá fíggjarmálaráðfrúnni, Ruth Vang, valdu tær at brúka sítt lógartryggjaða amboð: verkfalsrættin.

Tað er ein rættur, sum arbeiðsfólk hava júst fyri at kunna leggja trýst á, tá samráðingar steðga upp.

Men fíggjarmálaráðfrúan vildi ikki eftirlíka krøvunum, og verkfallið dróg út.

Heldur enn at lurta, hendi tað syrgiliga, at sjúkrarøktarfrøðingarnir blivu lóggivnir aftur til arbeiðis av Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og pørtum av Sambandsflokkinum.

Teirra stríð fyri betri korum bleiv steðgað við lóg.

Teirra lógartryggjaði verkfalsrættur bleiv tileinkisgjørdur av áður nevndu flokkum.

Hetta er álvarsamt, tí verkfalsrætturin er ein partur av einum vælvirkandi fólkaræði.

Við at bróta hendan rætt, er tað eitt slag av álopi á fólkaræði.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir blivu ikki bara lóggivnir aftur til arbeiðis, men eisini sviknir av løgmanni, sum lovaði teimum eitt lønarlyft.

Omaná alt hetta fingu tær serverað enn eitt brotið valyfti, tá tað vísti seg, at lovaða 37 tímars arbeiðsvika bleiv til snakk, uttan nakra handling yvirhøvur.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava hesa setuna útmerkað seg við brotnum lyftum til sínar veljarar.

Vit noyðast at hava størri virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingunum og teirra fakið.

Uttan tær og teirra vitan, eru vit lítið verd sum samfelag.

Vit eiga tí at vísa fakinum størri virðing.

Vónandi minnist veljarin hetta tann 24. og 26. mars.

Við at velja somu flokkar fæst meir av tí sama.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46