Ongi úrslit

Børn og ung eru framtíðin

Fía Selma Nielsen, valevni fyri Fólkaflokkin
3 tímar síðan

Foreldur eru týdningarmesti parturin av uppvøkstrinum hjá børnum, og tað er eisini tað, flestu foreldur vilja.

Virðismiklasta tilfeingið í Føroyum eru vit sjálv. Børnini og ungdómurin er okkara framtíð, og tí mugu tey hava góðar møguleikar, góðar umstøður og frælsi til at velja framtíðina.

Herfyri las eg eitt uppslag á Facebook hjá Evu Klein, sum skrivar: “Arbeiðsmarknaðarviðurskifti, skattaskipan, bústaðarprísir og treytir á fíggjarmarknaðinum hava øll ávirkan á, hvussu føroyskar familjur kunnu skipa sítt lív. Hjá mongum familjum merkir tað, at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.”

Eg eri púra samd við Evu – tað er trupult hjá familjum at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, uttan so at bæði foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum. Familjan er kjarnin í samfelagnum. Hon er grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí skal samfelagið vera familjuvinarligari á øllum økjum.

Í longri tíð hava vit hoyrt, at bíðilistarnir á sjúkrahúsinum til at útgreina (serliga) børn bara vaksa. Vit eiga at spyrja okkum sjálv: “Er galið við mentanini, ella er galið við børnunum?”

Við munandi átøkum, opnum kjaki um ríkt barnalív og við góðum samstarvi tvørtur um fakbólkar, hugsi eg, at vit kunnu gera veruligan mun, tá ið tað snýr seg um sálarheilsuna hjá okkara børnum og ungum.

Vit mugu geva familjunum størri rásarúm, serliga tá ið barnið er undir 3 ár, við at geva teimum eitt nú møguleika til at leingja barsilsfarloyvið, hava styttri arbeiðsdagar ella styttri arbeiðsviku.

Mín dreymur er, at øll børn kunnu mennast og mentast við støði í egnum áhuga, soleiðis at øll børn uppliva, at tey eru perfekt, akkurát sum tey eru.

Fólkaflokkurin vil, at:

vit skulu hækka barnafrádráttin og gera hann stigvísan

vit skulu hava frælsa barnaansing, har peningurin fylgir barninum

foreldur skulu hava frælsi at skipa barnsburðarfarloyvi, sum tey sjálv vilja

hámarkið á barsilsútgjaldinum skal hækkast upp í 40.000 kr

skattafríur barnakekkur á 20.000 kr. skal veitast úr barsilsskipanini, tá ið ein fær eitt barn

kreativu og handaligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum skulu styrkjast

karmarnir hjá fólkaskúlanum skulu betrast til frama fyri trivnaðin hjá næmingum og lærarum

privat- og eftirskúlar skulu hava góðar møguleikar.

Set X við Fíu Selmu Nielsen

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46