Fleiri enn 15.000 fólk hava valt at stuðla uppskotinum hjá 22 ára gomlu Kamille Mette Mathiasen úr Århus, sum vil banna ókoppsettum børnum at koma á almennar dagstovnar til tess at verja tey, sum vegna aldur ella av heilsuligum orsøkum ikki kunnu koppsetast fyri meslingar
Fleiri og fleiri fólk velja ikki at koppseta børn síni fyri meslingar, og sambært Kamille Mette Mathiasen, námsfrøðilesandi í Århus, skal hetta ikki hava avleiðingar fyri tey børn, sum vegna aldur ella av heilsuligum orsøkum ikki kunnu koppsetast.
Les eisini: Nú kunnu vaksin koppsetast ókeypis fyri meslingum
Endamálið við uppskotinum hjá århusbúgvanum er at verja tey børn, sum hava eina veika órinsverju ella sum ikki eru nóg gomul til at verða koppsett fyri meslingum. Hetta skal gerast við at banna børnum, ið ikki eru koppsett at koma á stovn. Sjálvsagt undantikið tey, ið enn eru ov smá til at koppseta ella sum ikki tola koppingarevnið.
- "Tá foreldur taka eina avgerð, sum ikki bara ávirkar teirra egnu børn, men eisini børn, sum ikki tola koppingarevnið ella ikki eru gomul nokk til at fáa hann, haldi eg, at hetta skal hava avleiðingar," sigur Kamille Mette Mathiasen í samrøðu við stiften.dk, og leggur afturat:
- "Tað skal ikki verða tvingsil, men vit skulu tryggja, at onnur børn trygt kunnu koma á stovn. Rætturin hjá foreldrum til sjálvi at taka avgerðir er ikki týdningarmiklari enn nógv ósek børn, tí foreldrini eru sannførd um, at tey vita betur enn vísindini."
Koppseting skal verða lógarkrav
Sum tann mest smittandi barnasjúkan, kunnu meslingar hava fepur og reytt útbrot við sær og í ringasta føri elva til álvarsama sjúku við heilaserksbruna, og sambært Statens Serum Institut, kunnu meslingar sostatt verða lívshættisligir.
Síðani viku sjey, eru fimm danir smittaðir av meslingum, og Statens Serum Institut upplýsti seinasta mikudag, at talan sostatt er um eitt minni útrbot av meslingum í Danmark.
Les eisini: Landslæknin ávarar um meslingar
í 2015 gjørdi DR eina meiningarkanning, sum vísti, at 75 prosent av danum annaðhvørt vóru heilt ella fyri ein part samdir í, at eitt koppsetanarkrav átti at verið viðtikið, so øll foreldur skulu koppseta børn teirra við MFR-koppaváginum.
Í skrivandi løtu, hava 15.181 danir við undirskrift síni stuðla uppskotinum hjá Kamille Mette Mathiasen, og undirskriva fleiri enn 50.000 fólk uppskotið hjá Kamille Mette Mathiasen, er danska fólkatingið álagt at taka málið upp.
Fleiri lond hava samtykt, at koppseting skal verða kravd sambært lóg. Í Italia samtykti mann í 2017, at børn skulu vera koppsett, áðrenn tey kunnu skrivast upp til barnaansing ella fólkaskúla.
Á heimasíðuni, borgerforslag.dk, kanst tú stuðla uppskotinum hjá Kamille Mette Mathiasen.