Landslæknin hevur bundið um heilan fingur og sent út ávaringarskriv til allar kommunulæknar og læknar á vakt í Føroyum um at vera á varðhaldi yvirfyri meslingum, sum herja í Danmark og aðrastaðni í Evropa.
– Eg havi mælt teimum til at vera uppmerksom upp á sjúkueyðkenni, ið kunnu stava frá meslingum hjá sjúklingum, sum hava verið í umráðum í Evropa, har meslingar eru, eitt nú í Val Thorens í Fraklandi – ella sum hava verið saman við persónum, ið hava meslingar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Dimmalætting.
– Hevur tú illgruna um, at tú hevur meslingar, er umráðandi, at tú ikki møtir upp í bíðirúminum hjá kommunulæknanum, har vandi er fyri at smitta onnur. Ring ístaðin til læknan, og heldur hann tað vera neyðugt at kanna teg, kemur hann ístaðin heim til tín, leggur Lars Fodgaard Møller aftuat.
Omanfyri er brot út longri grein í Dimmalætting hesa vikuna. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER