Ongi úrslit

Bilførarin kann missa koyrikortið

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Ígjár steðgaði løgreglan einum treylara við fullari last av saltsekkjum.

Men tá ið lastin varð kannað, metti løgreglan ikki, at sekkirnir vóru nógv væl tryggjaðir ímóti at detta av, skuldi treylarin komið undir eina harða bremsing, ella okkurt annað óvanligt.

Tað er bilførarin nú skuldsettur fyri. Og tað er eitt álvarsmál, tí dømi eru um, at treylara-førarar hava mist koyrikortið fyri at missa úr lastini.

Nu skal løgreglan so meta um, hvussu illa stóð til í hesum føri og úrlitið av tí kann verða, at lagt verður upp til at hann skal missa koyrikortið.

Men í minstalagi fær hann bót.

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

13 tímar síðan

Ein umbering

12. februar kl. 08:30