Í dag boðar HB frá, at Bartal Wardum eisini í 2026 verður partur av besta liðnum.
Tað verður væl fagnað í HB leguni, tí Bartal Wardum er uppvaksin í felagnum, og hann hevur ikki umboðað annað felag enn HB. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í 2013, og sambært FaroeSoccer hevur 28 ára gamli Bartal Wardum higartil spælt 250 landskappingardystir í bestu deildini.
Í fjør var Bartal við í 18 landskappingardystum. At hann ikki var á vøllinum í fleiri dystum enn so komst av, at hann var skaðaplágaður soleiðis, sum hann fleiri ferðir áður eisini hevur verið.
Bartal er miðverji, og serliga nú Viljormur Davidsen ikki er í fleagnum er tað týdningarmikið, at Bartal tekur eitt tørn aftrat fyri barndómsfelagið.
Umframt at hava spælt 250 landskappingardystir í fremstu røð hevur Bartal spælt 34 ferðir í kappingini um løgmanssteypið, fýra stórsteypadystir og 19 dystir í europeisku kappingunum. Tríggjar ferðir hevur hann verið á A-landsliðnum og 19 ferðir á U-21 landsliðnum.
Í gjár segði HB venjarin André Olsen við dimma.fo, at felagið leitar eftir útlendskum miðverja. Umframt Bartal Wardum eru aðrir miðverjar í HB eitt nú Áki Johannesen og Heðin Hansen.