Síðst í næsta mánað vera tað 90 ár síðani, at B36 varð stovnað, og í kvøld vann árstalsfelagið fyrsta steypið í runda føðingardagsárinum.
Á Tórsvølli spældu NSÍ og B36 finalu í VFF Cup, sum Venjarafelag Føroya skipar fyri.
Eftir vanliga leiktíð vísti máltalvan 2-2, og so var finalan avgjørd í brotssparkskapping, sum B36 vann. Samantalda úrslitið var 7-6 til B36.
Í fyrra hálvleiki skoraði Dávid B. Andreasen, sum hevur víst seg at vera sera málsøkin miðvallari, nú hann av álvara hevur fingið møguleikan á B36 miðvøllinum.
Eftir steðgin javnaði NSÍ. Málskjútti var evnariki unglingurin Markus Danielswen.
Jógvan Gullfoss legði B36 framum aftur, og so javnaði Beinir Nolsøe til 2-2.
Og so var tað í brotssparkskapping, at B36 tryggjaði sær finalusigurin í VFF Cup 2026. B36 misnýtti tvey brotsspørk, og NSÍ misnýtti trý brotsspørk.