Ongi úrslit

Avtala við Kanada undirskrivað

Troels Lund Poulsen, Sirið Stenberg og Vivian Motzfeldt hava skrivað undir

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Kongaríkið Danmark hevur fríggjadagin undirskrivað avtalu við Kanada, um at styrkja um verjusamstarvið á fleiri økjum.

Tað skrivar Forsvaret í tíðindaskrivi.

- Vit hava brúk fyri okkara vinum, og vit deila kanadiska viljan at styrkja transatlantisku sambondini, og loysa framtíðar uppgávur saman, sigur Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri.

Mynd: Av Facebook-vanganum hjá Sirið

Avtalan var undirskrivað á trygdarráðstevnuni í München, har Troels Lund Poulsen skrivaði undir avtaluna saman við Sirið Stenberg og Vivian Motzfeldt, grønlendsku uttanríkisráðharranum.

- Kanada er nærmasti granni hjá Grønlandi og ein tættur NATO-samstarvsfelagi. Tað er bara natúrligt, at vit styrkja samstarvið við okkara nærmasta samstarvsfelaga á verjuøkinum. Hetta er galdandi bæði tvílandað og innan karmarnar hjá NATO, sigur Vivian Motzfeldt.

Frá kanadiskari síðu er tað verjumálaráðharrin David J. McGuinty, sum hevur skrivað undir avtaluna.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er rein satanisma

8. februar kl. 21:00

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

Í gjár kl. 09:15

Sjúrður, hvønn arbeiðir tú í veruleikanum fyri?

9. februar kl. 08:46

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

Í gjár kl. 07:57

Hevur vónir um rættvísi

10. februar kl. 17:15

Útlendingar í Føroyum

11. februar kl. 07:37