Ongi úrslit

Átta prosent av arbeiðsmegini í Føroyum eru útlendingar

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Umleið 2.400 starvsfólk í arbeiðsmegini í Føroyum, eru útlendingar.Tað staðfestir Búskaparráðið í síni seinastu frágreiðing.

Sostatt eru útlendingar 8% av arbeiðsmegini í Føroyum.

Nógv teir flestu arbeiða í framleiðsluvinnuni, mest á flakavirkjum, og teir flestu koma úr Evropa og Asia.

Búskaparráðið sigur eisini, at meginparturin av útlendingunum, ið eru komnir til Føroya seinastu árini, eru fólk í arbeiðsførum aldri

Síðani snarskipanin varð sett í verk í novembur 2021, eru 871 útlendingar afturat komnir higar at arbeiða, og sostatt er útlendska arbeiðsmegin í Føroyum vaksin 60%.

Og talið á útlendskari arbeiðsmegi veksur støðugt. Í desembur var 41% av útlendsku arbeiðsmegini úr Evropa, 43% úr Asia, 11% úr Afrika og 5% úr Amerika.

Uppgerðin vísir eisini, at tað eru alsamt fleiri útlendingar her, sum ikki hava bústaðartilknýti til Føroyar.

Fyri at hava bústaðartilnýti til Føroyar, skal ein, hesi seinastu 10 árini, hava búð í Føroyum í minst sjey ár út í eitt. Ella skal ein hava búð minst helvtina av lívinum í Føroyum.

Hinvegin vísa tølini eisini, at færri av teimum norðurlendingunum, sum koma til Føroyar at arbeiða, verða ikki verandi, men fara heim aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46