Í gjár vóru átta nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Í fýra førum er smittukeldan kend, í hinum fýra førunum er smittukeldan ikki kend.
1200 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 46 smittað í Føroyum.