Ongi úrslit

Atlantsflog er grundleggjandi ósamt um avgerðina at melda

Atlantsflog
12 tímar síðan

Dátueftirlitið hevur í dag almannakunngjørt, at Dátueftirlitið hevur meldað Atlantic Airways til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina og mælir samstundis til, at málskravið verður ein sekt á 14 mió. kr.

Talan er um eina hending, har eitt starvsfólk hjá Atlantic Airways hevur latið ein geyma til ein uttanhýsis veitara við einum filmsbroti frá fyrimyndarliga bjargingararbeiðnum í sambandi við syrgiligu vanlukkuna, tá ið línuskipið Kambur fekk ein sjógv og sakk. 14 mans vórðu bjargaðir. Veitarin, sum selur trygdarútgerð til bjargingararbeiði, hevði av misgáum lagt filmsbrotið á Youtube, har tað varð víst 300 ferðir.

Atlantic Airways skal boða frá, at felagið er grundleggjandi ósamt við avgerðina hjá Dátueftirlitinum.

Felagið ásannar, at eitt mistak er farið fram og hevur longu nú tikið stig til at tryggja innanhýsis mannagongdir soleiðis, at eitt slíkt mistak ikki hendir aftur. Samstundis kann felagið á ongan hátt góðtaka niðurstøðurnar hjá Dátueftirlitinum, umframt at felagið ikki kennir seg aftur í atfinningunum og tí, ið annars ført verður fram. Somuleiðis metir Atlantic Airways, at sektaruppskotið ikki stendur mát við sjálvt mistakið. Er yvirhøvur talan um eitt brot, eigur ein møgulig sekt at verða munandi minni.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava funnið út av hví hús á Tvøroyri brunnu í grund

12. februar kl. 09:15

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

13 tímar síðan

Her gera nógvir bilførarar sama feil - og tað kostaði koyrikortið

12. februar kl. 07:57

Ein umbering

12. februar kl. 08:30

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05