AB er topplið eftir tvey umfør. Saman við HB hevur AB fulla úrtøku. Málmunurin hjá AB er 5-0, og málmunurin hjá HB er 3-0. Felags fyri AB og HB er, at tey í tveimum teimum fyrstu umførunum hava spælt ímóti tveimum av teimum, sum tað verður roknað við fara at kappast fyri at sleppa undan at flyta niður.
HB hevur vunnið á útivølli ímóti Skála og í dag 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum framvegis einki stig hevur vunnið, og sum hevur málmunin 1-7.
AB hevur vunnið á heimavølli ímóti B68 og á útivølli ímóti EB/Streymi. Sunnudagin er setningurin NSÍ í Runavík. So fæst at síggja, um tað eisini tá fer at eyndast fína málverjanum Jesper Sørensen at halda mótstøðuliðnum frá at skora mál.
NSÍ var uttan Brand Hendriksson Olsen í Klaksvík. Hóast Páll A. Klettskarð legði KÍ á odda eftir sending frá Árna Frederiksberg, so vóru teir gulu í NSÍ rættiliga ágangandi. Petur Knudsen javnaði eftir steðgin við frísparki úr 23 metrum, og tað var nógv álopsspæl, og NSÍ var tættari við at skora sigursmálið. Eitt nú raktu teir í stólpan aftanfyri KÍ málverjan Sebastian John.
-Hetta var mannfólkadystur soleiðis, sum tað er verdugt fyri tvey lið, sum ætla sær at vera við í kappingini um meistaraheitið. Í løtum var tað heitt blóð, og soleiðis eigur tað at vera. Tað gekk javnt á, og fyri okkum eigur tað at vera góðtikið at vinna eitt stig í Klaksvík, men við kunnu iðra okkum um, at vit ikki vunnu, tí vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál enn eitt, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen helt eisini, at talan var um góðan og javnan dyst millum tvey góð lið:
-Vit hava vunnið Stórsteypið og á útivølli ímóti 07 Vestur, og í dag kundu vit havt vunnið, men tað var ivaleyst á góðari leið, at tað endaði 1-1.
Jákup B. Andreasen vil ikki siga, at tað hevur avgerandi týdning, at René Shaki Joensen er langtíðarskaddur, og at Hallur Hansson ikki var millum teir fyrstu ellivu.
-Vit høvdu fegnir viljað havt bæði René og Hall á liðnum, men tá ið alt kemur til alt, so hevur tað avgerandi týdning, hvussu breiður og góður hópurin er, og vit halda okkum hava nógvar góðar spælarar
Í kvøld vann B68 2-1 á heimavølli ímóti Skála. B68 skoraði 2-1 sigursmálið tríggjar minuttir undan leikloki. Liðformaðurin Hanus Højgaard setti bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru, og toftamenn vóru øgiliga fegnir. Teir høvdu verið undirmannaðir í 75 minuttir. Støðan var 1-0 til B68, tá ið Nicolaj Møller Dohn eftir eitt korter sá reytt fyri at brúka neyðbremsu. Simon Jørgensen javnaði tíðliga í seinna hálvleiki við fínum skoti uttanfyri brotsteigin. Spurningurin var so, um tað fór at eydnast B68 at halda tørn um javnleikin, ella um Skála fór at umseta manningarligu yvirvágina til sigur.
Men tað var B68, sum vann 2-1, og nú eru tað Skála, EB/Streymur og 07 Vestur, sum framvegis einki stig hava vunnið.

AB | 2 | 2 | 0 | 0 | 5 | 0 | 6 |
HB | 2 | 2 | 0 | 0 | 4 | 1 | 6 |
KÍ | 2 | 1 | 1 | 0 | 6 | 2 | 4 |
NSÍ | 2 | 1 | 1 | 0 | 2 | 1 | 4 |
B36 | 2 | 1 | 1 | 0 | 2 | 1 | 4 |
B68 | 2 | 1 | 0 | 1 | 2 | 3 | 3 |
Víkingur | 2 | 0 | 1 | 1 | 0 | 1 | 1 |
Skála | 2 | 0 | 0 | 2 | 2 | 4 | 0 |
EB/Streymur | 2 | 0 | 0 | 2 | 1 | 5 | 0 |
07 Vestur | 2 | 0 | 0 | 2 | 1 | 7 | 0 |