AB eru flúgvandi í løtuni í landskappingini. Teir hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnir og hava skorað fimm mál, men einki mál latið inn. Vit sendu høvðusvenjaranum hjá AB, Øssur Hansen nakrar spurningar.
Vit spurdu hvussu tað stendur til í hópinum, hvat uppskriftin er uppá góðu gongdina, og til seinast hvat vónirnar hjá AB eru í ár?
Hvussu er lagið ?
Lagið er sjálvsagt gott á leikarum og øllum rundanum liðið. Tað er altíð gott at møta inn til venjing aftur, eftir man hevur fingið ein sigur heim. Vit vita tó, at tađ skjótt kann venda í fótbólti, og tískil er umráðandi at hugsavna seg til næsta dyst sum skjótast, sigur Øssur.
Uppskriftin ?
Spurdur intil hvat uppskriftin er uppá hvussu tað ber til at AB liggja har sum teir liggja, sigur Øssur:
-Hugsi ikki, at tað er nøkur beinleiðis uppskrift uppá tað. Um leikarar geva alt, so eru møguleikarnir fyri at tað lukkast, tađ betri. Vit hava sjálvsagt ikki spælt ímóti teimum, sum man vantar fara at liggja í topp fimm. So er spurningurin, um vit eisini har eru mótstøðuførir. Tað eru vit øgiliga spentir uppá.
Hvat eru vóninar hjá AB í ár?
Vónirnar eru at varðveita plássið í deildini, og so eru vit sjálvsagt eisini spentir uppá hvussu tað fer at hilnast í løgmanskappingini. Annars er tađ okkara vón, at vit sum lið, sum einstaklingar og sum felag, kunnu flyta okkum tann rætta vegin.
AB skal spæla næsta dystin í Runavík ímóti NSÍ, sunnudagin 22. mars klokkan 19:00.