Vónandi eru vit øll komin gott inn í 2026 við bjørtum framtíðarvónum.
Vit fegnast um at liva í heimsins besta landi, har friður valdar, og vit virða demokratisku spælireglurnar. Har ósemjur eru, duga vit at kjakast og loysa ósemjurnar við, at meirilutin eigur endaligu avgerðina.
TRÝ VAL FYRI FRAMMAN
Vit eru komin inn í eitt valár, har vit skulu á val heilar tríggjar ferðir: Løgtingsval, Fólkatingsval og ein partur skal á val í Runavíkar Kommunu.
Hetta eru øll avgerandi val fyri okkara framtíð, har stórar avgerðir skulu takast og avbjóðingar skulu loysast saman. Tað verði seg avbjóðingar um føroyska búskapin, sum er ein fortreyt fyri okkara framtíðar vælferð, trygdini í Europa, sum er sett undir trýst ella við at vesturlendska fólkaræðið verður avbjóðað bæði uttanífrá og innanífrá. Í slíkum tíðum er tað serliga umráðandi, at vit í Føroyum velja eina kós, ið byggir á ábyrgd, samstarv og framtíðarhugsan.
Ein tryggur og støðugur búskapur er grundarlagið undir øllum. Uttan fíggjarligt haldføri, hava vit hvørki frælsi ella møguleikar at menna vælferðina. Tí mugu vit stýra føroyska búskapinum við fastari hond, ið tryggjar javnvág og skilagóðar raðfestingar.
Vinnan skal hava frælsi at mennast, nýskapa og vaksa. Tað er gjøgnum virkisfýsni, arbeiðshug og íverksetan, at virði verða skapt. Og tað er júst hesi virðini, sum geva okkum ráð at menna heilsuverk, eldrarøkt, útbúgvingar og aðrar vælferðartænastur.
Vit mugu tora at tosa greitt um okkara støðu í heiminum. Føroyar eru ein partur av ríkisfelagsskapinum, og í tíðum sum hesum , eigur okkara fokus at vera á at styrkja felagsskapin, og ikki at tosa um at taka okkum úr felagsskapinum. Tá vesturlendska fólkaræðið er hótt og demokratisku skipanirnar verða settar undir trýst, eigur okkara svar at vera samstarv, ábyrgd og samhaldsfesti.
RÍKISFELAGSSKAPURIN OG ALTJÓÐA SAMSTARV
Ríkisfelagsskapurin er ikki ein forðing fyri føroyskari menning, hann er ein pallur. Ein pallur, har vit kunnu røkja okkara egnu áhugamál, men eisini taka ábyrgd saman við øðrum í altjóða felagsskapum. Í staðin fyri at venda okkum burtur frá felagsskapinum, eigur Føroyar at vera ein virkin og álítandi partur av einum størri felagsskapi, sum byggir á frælsi, fólkaræði og rættartrygd.
Við einum tryggum búskapi, vinnuligum frælsi og einum sterkum ríkisfelagsskapi, hava vit eitt serstakt útgangsstøði.
Føroyar eru longu eitt av heimsins bestu londum at liva og virka í. Latið okkum gera heimsins besta land, enn betri.
2026 kann verða árið, har vit velja at styrkja tað, sum ber okkum framá. Tað valið eiga vit í felag.
Við ynskjum um eitt gott og gevandi 2026
Við Sambandskvøðu
Bárður á Steig Nielsen,
formaður Sambandsfloksins