Ongi úrslit

20% av øllum føroyingum flyta av landinum at búgva

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Tað er einki dulsmál, at nógvir føroyingar flyta av landinum og búsetast uttanlands. Og uppundir løgtingsvali eru tað eisini fleiri flokkar, sum gera tað til eitt av sínum høvuðmálum at steðga fráflytingini.

Hagstovan hevur roknað seg fram til, at í Føroyum er støðan tann, at 20% av hvørjum ættarliði í Føroyum, flytur uttanlands - og kemur ikki aftur.

Í Íslandi er støðan heilt øðrvísi, tí har eru tað bara 10% av hvørjum ættarliði, sum flytur av landinum at búseta seg. tíggjundi hvør.

Í Álandi er støðan upp aftur verri enn í Føroyum, tí har eru tað 25% av hvørhum álandi, sum búsetir seg aðrastaðni.

Hagstovan sigur, at ein av stóru mununum ímillum londini er, hvussu nógv ung í tjúgunum eru burtur.

Talvan vísir, at í Føroyum eru tað 80% av teimum, sum eru fødd í 1982,sum búsettist í Føroyum og 20% búsettist uttanlands. Í Álandi er støðan upp aftur verri, men Íslandi er støðan munandi frægari.Tað sæst eisini, at tað eru nógv, sum fara uttanlands í tjúgunum, helst í útbúgvingarørindum ´

Meðan gongdin í Føroyum og Íslandi er ymisk, minnir støðan í Álandi um støðuna í Føroyum. Í Føroyum hevur tað verið umleið 40 prosent av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands, tá ið tey eru í tjúguárunum.

Men bara umleið helvtin av teimum flyta aftur til Føroya, tá tey eru í tretivuárunum. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum árgangi býr ikki longur í Føroyum.

 Hjá. teimum, sum eru fødd í 1985, er støðan tann sama

Í Álandi eru tað umleið tveir triðingar av hvørjum árgangi, sum flyta uttanlands at búgva, tá tey eru í tjúgunum.

Umleið ein triðingur er fluttur aftur til Álands, tá tey eru í tretivunum.

Samanborið við føroyskar og álendskar ungdómar í tjúgunum, eru tað í Íslandi munandi færri, sum flyta uttanlands at búgva.

Fyri árgangirnar, ið eru føddir í 1980unum, vóru tað undir 20 prosent av hvørjum árgangi í Íslandi, sum fóru uttanlands at búgva, tá tey vóru í tjúguárunum.

Hinvegin eru tað eisini færri av teimum, sum flyta aftur til Íslands at búgva. Endurflytingin er sostatt munandi størri í Føroyum og í Álandi enn í Íslandi.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46